Ongi úrslit

Eysturbýurin: Tórshavnar kommuna leggur nýggja íbúðarætlan fram

Tórshavnar kommuna vil broyta byggisamtyktina í Eysturbýnum, so pláss verður fyri nýggjari íbúðarbygging við hentleikum og fríøkjum.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Tórshavnar býráð samtykti 5. mai at senda eitt uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini nr. 7 fyri Eysturbýin í almenna hoyring.

Uppskotið snýr seg um matrikkulnumrini 1314 og 1303b í Havn. Økið skal eftir ætlan skipast til íbúðarbygging við tilhoyrandi hentleikum og fríøkjum.

Framløga verður mánadagin

Kommunan bjóðar nú øllum áhugaðum til almenna framløgu um íbúðarverkætlanina. Framløgan verður í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8 mánadagin 22. juni klokkan 17.

Freistin at lata inn mótmæli ella broytingaruppskot er 1. juli 2026. Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni til sama dag.

Økið verður broytt til íbúðir

Broytingin merkir, at partar av økinum verða lagdir um til eina nýggja B5-eind til íbúðarbygging.

Í hesi eindini kann nýtslustigið verða upp í 0,70 fyri økið sum heild. Sambært heildarbyggiætlanini kunnu bygningar á summum støðum verða upp í seks hæddir.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Í gjár kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Í gjár kl. 19:35

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41