Ongi úrslit

Fáa ikki skriva barnaváttanir og vápnaloyvi fyribils

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í løtuni gær løgreglan í Føroyum ikki útkriva hvørki barnaváttanir ella vápnaloyvi. Tað boðar løgreglan frá beint nú.

Orsøkin er, at ríkisløgreglan hevur staðfest, at av órøttum eru nøkur revsimál strika í revsimálsskánni. Feilurin varð funnin í sambandi við eitt ítøkiligt mál í juni, har ein avgerð, ið átti at verið skrásett, ikki var tað.

Síðani hava fyrisitingarligi depilin hjá politinum og Ríkisløgreglan arbeitt við at kanna orsøkina til feilin, hvussu umfatandi feilurin er, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava.

– Tað er sera álvarsligt, at feilur er í revsimálaskránni, tí skráin er eitt týðandi arbeiðsamboð hjá løgregluni, sigur stjórin fyri ríkisløgregluna, Lasse Boje.

– Tí gera vit alt, vit kunnu, fyri at skráseta tær avgerðirnar aftur, sum av órøttum eru strikaðar.

Fyribils kanningar vísa, at avgerðirnar í revsimálaskránni eru rættar í minsta lagi í eitt tíggju ára tíðarskeið frá 2021.

Møguligar avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar, eru tí avmarkaðar til avgerðir, sum eru tiknar fyri 2011.

Við støði í hesum metir Ríkisløgreglan, at feilurin ikki hevur týdning fyri privatar og almennar revsiváttanir, av tí tær umfata ikki avgerðir, sum eru eldri enn 10 ár.

Feilurin kann tó hava týdning fyri onnur mál, eitt nú fyri viðgerðina av barnaváttanum.

Løgreglan hevur funnið 48 avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar, og hesar avgerðir eru nú skrásettar aftur í revsimálaskránni.

Tey hava eisini kannað, um hesar avgerðir hava manglað í barnaváttanum, sum eru skrivaðar, men tað hevur ikki víst seg.

Ríkispolitiið arbeiðir framvegis við at kanna, hvussu umfatandi trupulleikin er, og um tað ber til at skráseta tær avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar.

Løgreglan í Føroyum sigur, at sostatt verða barnaváttanir og vápnaloyvi ikki útflýggjaðar í løtuni. Men tey vænta, at tað verður ikki so leingi hendan støðan stendur við.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50