Nú verður viðgjørt um vit skulu taka eitt nýtt slag av heilivági fyri demens í nýtslu í Føroyum. Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hana um ætlanin er at taka nýggjan heilivág fyri demens í nýtslu í Føroyum.
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at fyri fáum árum síðani komu tvey nýggj sløg av heilivági móti alzheimer-demens á marknaðin.
Talan var um heilivági, Lecanemab og um heilivágin Donanemab.
Bæði sløgini vórðu góðkend í ES í fjør og tað merkir, at tað stendur til londini í ES, at taka støðu til um tey vilja taka tey í nýtslu.
Í Danmark er tað Heilivágsráðið, Medicinrådet, sum metir um, antin tað er ráðiligt at taka eitt nýtt slag av heilivági í nýtslu.
Tann 17. deembur í fjør tók Heilivágsráðið avgerð annan av hesum heilivágnum, nevniliga Lecanemab.
Niðurstøðan var, at tey vildu ikki mæla, at hesum heilivágurin verður brúktur í Danmark.
Grundgevingin var, at hann virkaði ikki serliga væl, samstundis sum at vandi var fyri álvarsomum hjáárinum.
Harumframt varð mett, at hann var ov dýrur afturímóti hvussu væl tað hjálpti.
– Hini Norðurlondini eru komin til somu niðurstøðu, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Í løtuni viðger danska Heilivágsráðið um Donanemab skal viðmælast, og væntandi verður ein avgerð tikin nú 26. novembur.
Støðan er nakað tað sama í hinum Norðurlondunum tí tey hava heldur ikki tikið avgerð um at heilivágurin Donanemab, skal vera ein partur av viðgerðini fyri demens.
Í Føroyum er tað Ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág, sum skal geva myndugleikunum tilmæli um ein heilivágur skal takast í brúk í Føroyum.
Vanliga fylgir Ráðið avgerðum hjá Heilivágsráðnum í Danmark, men tey hyggja eisini at, hvussu tey gera í okkara grannalondum annars.
Donanemab viðgerðin er upp á tann mátan, at heilivágurin verður sproytaður inn í æðrarnar fjórðu hvørja viku, ogcmett verður, at tað skal gerast í 18 mánaðir.
Í sambandi við viðgerðirnar skal sjúklingurin leggjast inn á sjúkrahús og Sostatt skal hvør sjúklingu leggjast inn eina 19 ferðir.
Harumframt skulu kliniskar kanningar, blóðroyndir og eftirlits MR-skanningar gerast fleiri ferðir ímillum hvørja viðgerð.
Ein fyritreyt er eisini, at sjúklingarnir ferð í viðgerðir tíðliga og teir skulu kannast væl áðrenn viðgerðina.
Skulu vit brúka tær donsku metingarnar, kunnu vit vænta at vit í Føroyum hava umleið sjey sjúklingar um árið sum lúka krøvini fyri at fáa viðgerð við Donanemab.
Tað er umleið ein av hvørjum 100 fólkum, sum verða ávíst til demenskanningar.
Viðgerðin við hesum heilivági verur mett at kosta umleið eina millión um árið fyri hvønn sjúkling. Og tá ið viðgerðartíðin er ímillum eitt og tvey ár, verða tað sostatt einir 14 sjúklingar sum eru í viðgerð í senn.
Skal viðgerðin bjóðast í Føroyum fer tað, leysliga mett at kosta 15 milliónir um árið, sum fígging so skal finnast til.
Samanumtikið eru vit í Føroyum, eins og hini Norðurlondini, sostatt í eini bíðistøðu, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
– So skjótt danska Heilivágsráðið hevur tikið støðu í novembur, fer Ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág eisini at viðgera málið og at taka eina støðu, leggur hon afturat.
Í hesum sambandi verður eisini hugt eftir at hini Norðurlondini ætla á hesum øki, sigur hon.