Nú verður farið undir at gera nýggja btúg um Fjarðará í Skálafjørði. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir eru við brúnni í Fjarðará, sum er í sera ringum standi.
Jacob Vestergaard sigur, at ætlanin er at gera nýggja brúgv. Útboðstilfarið er næstan liðugt, og arbeiðið verður boðið út í næstum, helst áðrenn ein mánað.
Landsverk metir, at brúgvin um Fjarðará kostar 10 milliónir og tann upphæddin er sett av á fíggjarlógini fyri í ár til endamálið.
Nýggjað brúgvin verður tvísporað við gongubreyt og báðu megin við skal vegurin lagast til brúnna - men annars verður einki gjørt við vegin.
Tað er ein heilt onnur verkætlan at gera vegin og tað er eisini væl dýrari - men brúgvin má gerast undir øllum umstøðum, sigur landsstýrismaðurin.