Ongi úrslit

Fær 10.000 krónur í stuðli til at kanna føroyska ull

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði hevur gjørt av at lata Marionnu Beritardóttir Egholm 10.000 krónur í stuðli til hennara bachelorverkætlan á Designskúlanum í Kolding, har hon lesur tekstildesign

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Marianna Beritardóttir Egholm fer í verkætlanini at leggja dent á føroyska náttúru, føroyskt tilfeingi og føroyska mentan. 

Endamálið er at kanna, hvussu vit kunnu gagnnýta alla føroysku ullina og brúka teir eginleikar og møguleikar, sum hon hevur, til fulnar. Marianna hevur stóran áhuga fyri ull og viðgerð av ull og fyri siðbundnum handarbeiði – hvussu vit varðveita hetta og samstundis menna mentanarligir siðir.

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976, stovnaði Tórshavnar kommuna »Minnisgrunn Sonnu av Skarði«.

Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki - tekstil -, fíggjarligan stuðul.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42