Fleiri av teimum sonevndu bjargingunum eru uppsettar, og djór verða pínd fyri at fáa hyggjarar og peningagávur, ávarar djóraverndarfelagsskapur.
Falskar djórabjargingar eru vorðnar ein stórur partur av djórafilmun, sum verður lagt út á sosialar miðlar. Tað vísir ein frágreiðing frá djóraverndarfelagsskapinum Lady Freethinker.
Sambært frágreiðingini stóðu falskar bjargingar fyri meira enn einum triðingi av tí djórapínslu-tilfarinum sum var skrásett. Einans myndbond av apupíning vóru fleiri í tali.
Fittar síggja tær út á sosialu miðlunum, men nógvar verða píndar
Í fleiri av myndbondunum verða djór sett í vandamiklar støður, so ein dramatisk sokallað "bjarging“ kann verða tikin upp.
Djórini kunnu eitt nú verða bundin, fangaði ella sett í støður, har tey verða álopin. Síðani verður upptøkan løgd út sum ein sokallað "bjarging"
Endamálið kann vera at fáa nógv likes, viðmerkingar og deilingar. Í summum førum verður eisini biðið um pening til djórini.
Ein eldri kanning hjá Social Media Animal Cruelty Coalition fann meira enn 1.000 leinki til myndbond av uppsettum djórabjargingum eftir eini seks vikna kanning.
Fleiri av myndbondunum høvdu tilsamans fingið hundraðtals milliónir av hyggjarum.
Kanningarfólkini vísa á fleiri tekin, sum kunnu vekja illgruna. Til dømis um ein og sami brúkari leggur nógvar líknandi bjargingar út. Um somu djór ganga aftur í fleiri myndbondum, ella um djórið ikki verður hjálpt beinanvegin, men brúkarin heldur letur upptøkunar halda fram.
Ein trupulleiki er, at sosialir miðlar kunnu geva myndbondum við nógvum hyggjarum og viðmerkingum størri útbreiðslu.
Tað merkir, at fólk, sum halda seg vera við til at hjálpa, í veruleikanum kunnu vera við til at breiða djórapínsluna út.
Djóra-verndarfelagsskapir heita tí á fólk um at vera varin, áðrenn tey deila ella stuðla slíkum myndbondum.
Eisini verður mælt til at kanna, hvør stendur aftan fyri eina bjarging, og at melda illgrunasamt innihald til sosiala miðilin.