Ongi úrslit

Fara at byggja tríggjar fótbóltshallir kring landið

Áki Bertholdsen
24. apríl kl. 16:27

Fótbóltssamband Føroya, FSF hevur nú játtað fíggjarligan stuðul til tríggjar nýggjar fótbóltshallir, sum skulu byggjast kring landið, Tær skulu byggjast í Sarpugerði í Norðragøtu, á Giljanesi og í Trongisvági

Sostatt er alt, sum bendir á, at talið á fótbóltshallum í Føroyum fer at vaksa munandi næstu árini. Marghøllin í Vági varð tikin í brúk í 2018, og gongur alt eftir ætlan, verða tríggjar nýggjar hallir bygdar komandi árini

Fyrr í ár bjóðaði FSF øllum kommununm at søkja um stuðul til bygging av fótbóltshallum. Tríggjar ítøkiligar verkætarlanir hava søkt stuðul, og starvsnevndin hjá FSF hevur gjørt av at stuðla verkætlanunum soleiðis:

Fótbóltshøll í Norðagøtu
Vallarstødd: 70 x 50 metrar
Stuðul: 10 milliónir krónur

Fótbóltshøll á Giljanesi
Vallarstødd: 60 x 40 metrar
Stuðul: 6 milliónir krónur

Fótbóltshøll í Trongisvági
Vallarstødd: 50 x 30 metrar
Stuðul: 4 milliónir krónur

Í Norðragøtu verður fótbóltshøllin bygd saman við Víkingahúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu. Fótbóltshøllin í Trongisvági verður bygd upp at TB-húsinum við Stórá, og á Giljanesi skal høllin knýtast upp í ítróttarhøllina við skúlan.

– Tað er av stórum týdningi, at vit støðugt betra um karmarnar at venja fótbólt kring alt landið. Við hesum fótbóltshallum fáa vit heilt nýggjar møguleikar at halda virksemið gangandi alt árið, ikki minst í vetrarhálvuni, har umstøðurnar ofta eru avbjóðandi, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF, í tíðindaskrivi.

At byggja fótbóltshallir er eitt av høvuðsmálunum í nýggju framtíðarætlanini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta er eisini ein týðandi partur av arbeiðinum at skapa betri fortreytir fyri úrvalsarbeiði og arbeiðnum at menna føroyskan fótbólt.

– Fótbóltshallir eru ein fyritreyt fyri, at vit kunnu røkka okkara málum. Tær eru alneyðugar fyri ætlanirnar hjá FSF innan úrvalsarbeiði í framtíðini og geva bæði leikarum og feløgum nógv betri menningarmøguleikar, sigur Christian Andreasen.

Verkætlanirnar verða endaliga fyrireikaðar í ár, og arbeiðið at byggja fótbóltshallirnar skal vera byrjað í seinasta lagið á nýggjárinum í 2027. Stuðulin til nýggju fótbóltshallirnar verður latin úr FIFA.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47