Ongi úrslit

Fara at herða krøvini til útlendingar sum vilja sleppa at búseta seg í Føroyum

Áki Bertholdsen
2. sepember kl. 08:48

Nú fer Landsstýrið at herða krøvini til teir útlendingar, sum vilja fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann um krøvini fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

Tá ið útlendingar vilja sleppa at búsetast í Føroyum, skulu teir lúka ymsar treytir. Ein treyt er, at skylda teir tí almenna meiri enn 97.436,38 krónur, kunnu teir ikki fáa varandi loyvi at búsetast í Føroyum, uttan so at teir hava gjørt avtalu um at rinda skuldina aftur - og halda hesa avtaluna.

Landsstýrismaðurin sigur, at eingi krøv um at tey skulu duga føroyskt.

Tað hevur kortini verið føst mannagongd, at útlendingar ið vilja fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu til eina integratiónssamrøðu og har skulu tey kunna vísa á, at tey hava nomið sær føroyskan málkunnleika umframt vitan um føroyska mentan og føroyska samfelagið.

Tað er eisini ein treyt, at tey, sum koma higar, skulu hava so frægt at inntøku, at tey kunnu forsyrgja sær og sínum.

Men Jacob Vestergaard sigur, at í løtuni verður arbeitt við einari nýggjari útlendingalóg fyri Føroyar, har ætlanin er at herða treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Ein treyt skal vera, at útlendingurin skal hava lokið prógv í føroyskum á einum ávísum stigi, áðrenn hann kann fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06