Ongi úrslit

Fara eisini at leggja avgjald á tómar bústaðir í Vestmanna

Áki Bertholdsen
14 minuttir síðan

Nú er greitt, at eisini bygdaráðið í Vestmanna fer at brúka heimildina til at leggja avgjald á bústaðir, har eingin er skrásettur at búgva.

Kommunan sigur á heimasíðuni at bygdarráð samtykti á bygdarráðsfundi í gjár, at tænastugjald skal tóm býli í Vestmanna.

Farið verður nú undir at eyðmerkja tey býlir, sum tænastugjald kann takast inn frá. Tað eru býli, nevniliga sethús, neyst við íbúð í og so framvegis, har eingin er skrásettur at búgva fast.

Tað eru longu fleiri kommunur, sum taka eitt tænastugjald, og alsamt fleiri kommunur leggjast afturat.

Í fleiri bygdum standa nógvir tómir bústaðir, og kommunurnar hava lutfalsliga stórar útreiðslur av teimum, tí tey fáa tænastur á sama hátt, sum fastbúgvandi fólk fáa.

Tænastugjald takast fyri útreiðslur, sum kommunan hevur í sambandi við vatnveiting, í samband við koakkir, burturbeining av húsarhaldsburturkasti og brunatilbúgving.

Tað er fíggjarmálaráðið, sum setur hámarkið fyri, hvussu høgt  tænastugjaldið kann vera og næsta ár kann tað í mesta lagi vera 8.426 krónur.

Hinvegin hevur Bygdaráðið ikki tikið støðu til, hvussu høgt tænastugjaldið skal vera í Vestmanna.

 

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

7 tímar síðan

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20