Ongi úrslit

Fara í hernað ímóti sigarettstubbum og snúspakkum á G-festivalinum

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Nú um vikuskiftið verður afturvendandi G-festivalurin í Gøtu.

Og í tí sambandi fara tey, sum fyrireika festivalin, og IRF undir eitt felags tiltak fyri at avmarka dálkingina í Gøtu hesar tríggjar dagarnar, festivalurin er frá hósdagin til einaferð út á sunnumorgunin.

Her hugsa tey serliga um sigarettstubbar og snúsposar

– Endamálið er einfalt: Syðrugøta skal vera líka vøkur aftaná festivalin, sum hon var áðrenn, siga tey í tíðindaskrivi.

Tey meta, at at fólk fara at blaka einar 30.000 - 40.000 sigarettstubbar og snúsposar frá sær teir tríggjar dagarnar á G.

Stubbar og snúsposar, sum liggja og rekast, eru til ampa fyri djór og børn og skaða umhvørvið.

Tí vilja IRF og tey sum fyrireika festivalin, hjálpa gestunum at sleppa av við stubbar og snús á rættan hátt.

Á festivaløkinum fara tey nevniliga at seta stubbarør upp og harafturat kunnu fólk fáa ókeypis stubbalummar, sum gera tað lættari at goyma stubbar og snús, til teir kunnu verða burturbeindir á rættan hátt.

Millum festivalfólki verða eisini Sóljurnar hjá IRF. Sóljurnar fara at ganga ímillum fólk við einum smíli og stubbalummum og tær fara eisini at vísa fólki hvar nærmasta stubbarør er.

– Ein stubbi, ella snúsposi, munar kanska ikki nógv, í sær sjálvum, men tá ið hundratals festivalgestir gera tað sama, sæst munurin siga tey.

– Vit vilja heldur rætta gestunum eina hjálpandi hond enn ein fremstafingur og smáar gerðir gera stóran mun, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri hjá IRF.

 

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Í gjár kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

18 tímar síðan

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30