Ongi úrslit

Fara í hernað ímóti skaðiligari plantu í Havn

Áki Bertholdsen
22. mai kl. 08:34

Leygardagin 30. mai fara tey undir eitt tiltak í Havn fyri at beina fyri skøru.

Skøran er ein planta, sum ger stóran skaða tí hon køvir allar aðrar plantur. Samstundis breiðir hon seg skjótt og tað er ringt at fáa bilbukt við henni.

Men nú ganga Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelagsskapur, FNU, Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Tórshavnar kommuna saman um eitt felags tiltak við tí endamáli at beina fyri skøru.

Hetta verður eitt sjálvboðið ruddingartiltak har endamálið er, at bæði havnarfólk, og gestir í Havn, fáa ein hugnaligan dag saman, umframt at tey taka eitt tak fyri náttúruni.

Tey fara at rudda á trimum støðum. Tað er framvið vegjaðaranum á Oyggjarvegnum Giljatjørn í Hoyvík og lyngheiðaøkið við Eirargarð
Serfrøðingar og náttúrukøn fara at vísa fólki hvussu skøran sær út,  hvussu hon verður tikin burtur á rættan hátt og hvussu forðast kann fyri víðari spjaðing - og tey fáa  posar og alla neyðuga útgerð frá fyrireikarunum.
Tiltakið og veitslan er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til, siga fyrireikararnir.
– Hóast skøran er vøkur, er hon vorðin ein ovurstórur trupulleiki her heima. Plantan tekur alsamt meira pláss fram við vegum, í haga og í viðkvæmum náttúruøkjum, har hon troðkar upprunaligar føroyskar plantur burtur, siga fyrireikararnir,

Eitt stórt arbeiði skal gerast fyri at basa skøruni heilt, men sum eitt lítið fet á leiðini hava FNU, Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands tikið stig til hetta tiltaki fyri at basa henni.

Umframt at skipa fyri einum ítøkiligum tiltaki fyri føroyska náttúrumargfeldið, er endamálið eisini at geva fólki eitt gott upplivilsi í náttúruni, og at geva teimum størri vitan um føroyskt lívmargfeldi, innræsnar plantur, og um hvussu smá tiltøk kunnu gera stóran mun á náttúru- og umhvørvisøkinum.

Tey, sum vera við fara at arbeiða saman í náttúruni, knýta nýggj sambond tvørturum landamørk og læra meira um føroyska landslagið og náttúruna, siga fyrireikararnir.

Tá ið tey eru liðug at rudda verður veitsla í Perluni har Grøna Matveitingin borðreiðir við vegetariskum rættum og føroyskum grønmeti.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

20 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47