Tórshavnar býráð tekur nú ítøkilig stig til at flyta alla fyrisitingina hjá býráðnum úr miðbýnum út í Sjóvinnuhúsið á Vestarubryggju.
Í hesum sambandi hevur býráðið nú sett eina bygginevnd, sum skal standa fyri at umvæla stóra, eyðkenda, umsitingarbygningin í Steinatúni, har Føroya Banki helt til í síni tíð.
Samstundis hevur býráðið eisini samtykt at geva umsitingini heimild at fara undir ítøkiligar fyrireikingar til at flyta alla kommunalu fyrisitingina í Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju.
Og tað tekur ein stórur meiriluti í býráðnum undir við, tí øll atkvøddu fyri, uttan Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri kommunulistan, sum atkvøddi blankt.
Hann vil hava greiði á, hvat bygningarnir í miðbýnum, sum umsitingin skal flyta úr, skulu brúkast til, áðrenn, hann tekur støðu.
Sum støðan er nú, húsast fyrisitingin í fleiri bygningum í miðbýnum, ikki minst í Føroya Banka bygninginum, men eisini í gamla posthúsinum, í meiarínum og í øðrum bygningum eisini
Samstundis er Føroya Banka bygningurin í so ringum standi, at har er illa verandi, eitt nú lekur tað niður ígjøgnum takið og ígjøgnum húsaveggirnar. Tí krevur hann eina høvuðsumvæling, har hann verður tikin í botn.
Men sama, hvat verður gjørt, er ikki pláss fyri starvsfólkunum hjá býráðnum í miðbýnum. Talan er um 188 starvsfólk og tí verður neyðugt at útvega skrivstovuhøli upp á minst 4.700 fermetrar, umframt parkeringspláss upp á 4.000 fermetrar.
Sjóvinnuhúsið er fimm hæddir upp á tilsamans 7.000 fermetrar, umframt ar har eru einir 5.000 fermetrar av parkeringsøki.
– Hóast bygningurin er nóg stórur, hevur hann nakrar avmarkingar, eitt nú er tað ein stórur vansi, at nógva staðni manglar dagsljós á norðursíðuni, sigur býráðið. Og á suðursíðuni, sum er úr glasi, verður ov heitt inni tá ið sólin skínur.
Ventilatiónin klárar nevniliga ikki at hava nøktandi inniluft allastaðni.
Ein leyslig meting er at tað skulu brúkast ímillum 4.000 og 8.000 krónur fyri hvønn fermetur fyri at fáa bygningurin nóg góðan til endamálið.
Harumframt fer tað at kosta einar 20 - 40 milliónir at flyta fyrisitingina úr miðbýnum í Sjóvinnuhúsið.
Hinvegin hevði ein nýbygningur kostað ímillum 40.000 og 50.000 krónur fermeturin, ella 200 til 250 milliónir, at byggja - og tá er grundstykki ikki við.
Og tí hevur býráðið nú samtykt at fara undir tað ítøkiliga arbeiðið at fyrireika flytingina.
Tá ið flytingin er veruleiki verða fleiri stórir bygningar í miðbýnum, tómir, og enn er ikki greitt, hvat teir skulu brúkast til.
Elsa Berg, borgarstjóri, sigur, at bygginevndin, sum er sett í sambandi við Føroya Banka bygningin, skal eisini gera sær nakrar tankar um, hvat teir so skulu brúkast til.
Bygningarnir liggja væl fyri, og tað eru nógvir møguleikar í tí, men tað hevur ligið í kortunum, at talan skal ikki vera um skrivstovur, ella annað virksemi, sum liggja tómir og myrkir eftir klokkan 14 um dagarnar. Tvørtur ímóti skal talan vera um útvent virksemi fyri at fáa meiri lív í - og tað hevur eisini verið nevnt at fáa fleiri bústaðir í miðbýnum.