Ongi úrslit

Fara nú at manna nýskipanarnevndina av nýggjum

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Nýskipanarnevndin, sum undanfarna samgongan setti, verður nú endurstovnað í næstum.

Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Tá ið samgongan varð skipað ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, var eitt av høvuðsmálunum at tálma almenn útreiðslunum við at seta ymsar nýskipanir í verk.

Talan kundi verða um at leggja stovnar og ymiskt virksemi niður, talan kundi verða um at leggja stovnar, og ymiskt virksemi, saman og talan kundi verið um at gera fyrisitingina einfaldari.

Undir seinastu samgongu varð ein nýtskipanarnevnd sett at geva landsins myndugleikum tilmæli um, hvørjar nýskipanir kundu verið sett í verk.

Fyrsta tilmælið var at skerja talið á aðalráðnum úr níggju niður í seks. Tað varð eisini sett í verk - men núverandi samgonga hevur so hækkað. talið upp aftur í sjey aðalráð fyri at fáa eina politiska kabal at ganga upp.

Men samgongan gjørdi eisini beinanvegin av, at nýskipanarnevndin skuldi halda fram. Beinir Johannesen sigur, at tað verður í allar næstu framtíð, at nevndin verður sett av nýggjum og so fer hon til verka.

Men um samgongan fer at fylgja tilmælunum frá nevndini, torir hann ikki at lova. Tað verður sjálvandi neyðugt at fáa politiska undirtøku fyri teimum broytingum, vit gera, sigur løgmaður.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

4 tímar síðan

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41