Ongi úrslit

Fargen-dátur geva nýtt innlit í føroyskan íløguarv og heilsu

Úrslitini vísa, at føroyingar bera fleiri sjáldsom ílegufrábrigdi, sum ikki eru funnin í evropeisku samanberingarbólkunum

Heilsustýrið
4 tímar síðan

Nýggj vísindalig grein, sum tekur støði í dátum frá FarGen, vísir, at føroyingar bera fleiri sjáldsom ílegufrábrigdi, sum ikki eru funnin aðrastaðni. Greinin gevur nýtt innlit í føroyskan íleguarv og føroyska søgu.

Granskarar hava á fyrsta sinni greinað heilgenom hjá 40 ónavngivnum føroyingum úr FarGen1-dátugrunninum, sum eru valdir út frá landafrøðiligari bakgrund, soleiðis at øll øki í landinum eru umboðað. Kanningin er fyrsta stig á leiðini at kortleggja føroyska arvamassan.

FØROYINGAR HAVA SJÁLDSOM FRÁBRIGDI

Úrslitini vísa, at føroyingar bera fleiri sjáldsom ílegufrábrigdi, sum ikki eru funnin í evropeisku samanberingarbólkunum. Summi av frábrigdunum kunnu hava týdning fyri heilsustøðu og sjúkur. Kanningin staðfestir eisini, at føroyski íleguarvurin vísir týðilig tekin um eina sterka founder effect, sum í stuttum merkir, at sjáldsom ílegufrábrigdi eru rúgvað upp við tíðini og eru vorðin lutfalsliga vanlig hjá eftirkomarunum eftir upprunafólkini í einum øki. Kanningin vísir, at henda ávirkanin er enntá týðiligari hjá føroyingum enn hjá finnum, ið annars ofta verða nevndir sum eitt klassiskt dømi um ein founder-fólkabólk.

Granskararnir funnu harumframt tekin um tillaging til føroyska umhvørvið og siðbundna kostin, millum annað í ílegum, sum hava samband við D-vitamin og upptøku av feitti. Greiningar av fornum DNA-royndum vísa, at føroyski íleguarvurin er at kalla javnt samansettur av ættarbondum til keltiskar fólkabólkar í Vesturevropa og norðurlendskar fólkabólkar frá víkingatíðini.

STØRRI KANNING Á VEG

Kanningin er tó bert ein byrjan. Dáturnar stava frá FarGen 1, sum savnaði royndir frá 1.500 føroyingum í tíðarskeiðnum 2016-2018. Umframt hetta eru dátur hjá 3.500 luttakarum í FarGen 2 (2022-2025) nú eisini tøkar, og arbeiðið við at lesa heilgenom og greina dátur er í gongd. Hetta verður gjørt sum eitt samstarv millum føroyskar og altjóða granskarar. Væntað verður, at nógv víðkaða dátugrundarlagið fer at geva munandi betri innlit í sambandið millum arv, heilsu og sjúku hjá føroyingum, enn higartil hevur verið tøkt.

Greinin, sum ber heitið “Faroese whole genomes provide insight into ancestry and recent selection”, er útgivin fyrr í vikuni í vísindaliga tíðarritinum, eLife, og er tøk her: https://elifesciences.org/articles/107428

 

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

14 tímar síðan

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

Í gjár kl. 13:36