Ongi úrslit

Faroese Music Awards 2027 verður í Løkshøll

Tíðindaskriv
8 tímar síðan

Faroese Music Awards flytur komandi ár til Runavíkar. FMA 2027 verður hildið í Løkshøll fríggjakvøldið 26. februar 2027.

Tað boða fyriskipararnir handan Faroese Music Awards frá.

Á skránni verður livandi tónleikur, undirhald og handan av virðislønum. Sum vant verður eisini hugt aftur á farna tónleikaárið, og tey, sum á ymiskan hátt hava verið við til at mynda føroyska tónleikalívið, verða heiðrað.

– Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum vælkomnum til eitt heilt serstakt kvøld við live-tónleiki, undirhaldi og virðislønum, har vit saman hyggja aftur á eitt ár við framúrskarandi føroyskum tónleiki og heiðra tey, sum á ymiskan hátt hava verið við til at mynda árið, siga fyriskipararnir.

Atgongumerkjasølan til FMA 2027 er longu byrjað.

Faroese Music Awards 2027 verður sostatt í Løkshøll í Runavík 26. februar 2027, har føroyskur tónleikur enn einaferð verður settur í miðdepilin.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13