Ongi úrslit

Fekk 10.000 krónur í bót fyri at koyra við uppslitnum dekkum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í gjár var løgreglan í Kollafjørði og kannaði ferðsluna. Og tey komu ikki tómhent aftur, tí fleiri bilførarar vórðu tiknir fyri ymisk lógarbrot.

Løgreglan sigur, at tilsamans vórðu 60 bilar kannaðir í einar tveir tímar fyrrapartin í gjár, og tilsamans fingu átta av teimum bilførarum bót og ein misti koyrkortið, so tað var ein nokk so stórur partur

Ringast fyri var førarin á einum lastbili, sum koyrdi við uppslitnum dekkum. Løgreglan sigur, at tað vóru 12 hjól undir lastbilinum og heili 10 av teimum vóru uppslitin.

Bilførarin fær 1.000 krónur í bót fyri hvørt dekkið, so hesin bilførarin fekk tilsamans 10.000 krónur í bót.

Tveir aðrir bilførarar fingu eisini bót fyri at koyra við uppslitnum dekkum og somuleiðis fingu tveir bilførarar bót tí at onkur ljós á bilinum ikki lýstu. Og harafturat fingu eisini tveir bilførarar bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær.

Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 76 og 80 á einum strekki har tað bara var loyvt at koyra 60 og ein misti koyrikortið fyri at koyra yvir 80 á sama strekki.

 

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

Í gjár kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

Í gjár kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

22 tímar síðan