Tað hevur verið stak friðarligt í nátt, men tað var nógv fólk í býnum.
Í hesum sambandi fingu tveir mans bót fyri at vísa háðandi atburð ímóti løgregluni. Teir rættu løgregluni longutong og tað góðtekur løgreglan ikki, so teir fáa 1.500 krónur í bót í part fyri tað.
Tað gekk væl at avgreiða tað eina málið, men tá ið løgreglan skuldi avgreiða hitt málið, gekst verri tí tann maðurin var alt annað enn samstarvssinnaður.
Hann vildi ikki siga løgregluni, hvussu hann æt, nær hann var føddur og hvar hann búði. Fólk kunnu lúgva fyri løgregluni sum tey vilja, men navn, bústaður og føðingardagur er í roynd og veru tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa fyri løgregluni.
Og tá ið løgreglan so skuldi handtaka hann, vildi hann heldur ikki gera, sum løgreglan bað hann gera og setti seg ímóti. Sostatt bjargaði hesin sær tríggjar bøtur upp á eina lítla løtu, eina fyri at vísa løgregluni longutong, eina fyri at nokta fyri at upplýsa navn, bústað og føðingardag og so eina bót afturat fyri at nokta at gera sum løgreglan bað hann gera - so alt í alt varð tað ein dýrur býtúrur.