Ongi úrslit

Fekk tvær bøtur ísenn

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna tí ein maður var so ófantaligur í sínum atburði, at tey vóru ikki heilt trygg.

Løgreglan sigur, at tá ið tey komu á staðið, vísti tað seg, at maðurin vildi heldur ikki siga hvør hann var.

Fólk kunnu annars lúgva so galið tey vilja fyri løgregluni, men tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa, er, hvørji tey eru, nær tey eru fødd og hvar tey búgva.

Men tað vildi hesin ikki siga, so hann varð handtikin og lagdur í brummuna, og hann varð ikki leyslatin aftur fyrr enn nú í morgun.

Men hetta nummarið kostaði honum tvær bøtur, fyrst fekk hann 1.000 krónur í bót fyri ikki at siga hvør hann var, og so fekk hann 1.500 krónur afturat í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar við sínum ólátaða atburði.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06