Ongi úrslit

Ferðastuðul til lesandi: Kundi givið næstan 10.000 krónur um árið

Lesandi og lærlingar, sum hava langan veg í skúla, kunnu fáa túsundtals krónur í ferðastuðli, um tey verða fevnd av somu skipan sum arbeiðspendlarar.

© Privat mynd.
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, hevur spurt Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, um tøl, sum kunnu verða grundarlag undir einum møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul til lesandi.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Spurningurin um ferðastuðul til lesandi og lærlingar er nú komin á politiska dagsskránna. Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, hevur spurt Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, um tøl, sum kunnu verða grundarlag undir einum møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul.
Í dag kunnu arbeiðspendlarar fáa stuðul til ferðaútreiðslur, tá meira enn 15 kilometrar eru millum bústað og arbeiðsstað. Ein samsvarandi skipan fyri lesandi og lærlingar kundi sambært fyrispurninginum givið teimum fleiri túsund krónur um árið.

Upp í 9.680 krónur um árið

Við 200 skúladøgum hevði ein lesandi, sum býr í Havn og tekur tekniskt studentsprógv í Klaksvík, kunnað fingið 8.580 krónur um árið í ferðastuðli.

Ein lesandi úr Oyndarfirði, sum gongur á Miðnámi í Vestmanna, hevði kunnað fingið 6.500 krónur um árið. Ein lesandi av Viðareiði, sum gongur á Vinnuháskúlanum í Havn, hevði kunnað fingið 9.680 krónur.

Nógv noyðast at koyra sjálv

Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður víst á, at hjá nógvum lesandi og lærlingum er tað annaðhvørt ógjørligt ella sera trupult at nýta almenna ferðasambandið millum heim og undirvísingarstað. Tí ferðast nógv í egnum bili.

Eirikur í Jákupsstovu vil nú hava eitt yvirlit yvir, hvussu nógv lesandi og lærlingar hava langan veg til undirvísingarstaðið, og hvussu nógvar dagar um árið tey skulu møta til undirvísing. Endamálið er at fáa eitt betri grundarlag fyri at meta um, hvørja ávirkan ein ferðastuðul kundi havt.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06