Ongi úrslit

Ferðavinnan vitjar Kvívíkar kommunu: Skal geva starvsfólkum betri lokalkunnleika

Ferðavinnufelagið bjóðar limum og starvsfólkum teirra á økisvitjan í Kvívík, á Stykkinum og í Leynum 28. september.

© Vinnuhúsið.
Ferðavinnufelagið bjóðar limum og starvsfólkum teirra á økisvitjan í Kvívík
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Endamálið er at geva fólki í ferðavinnuni betri kunnleika til tey tilboð og tær upplivingar, sum eru í økinum. Serliga verða starvsfólk, sum dagliga hava samband við ferðafólk, eggjað til at luttaka. Tað kunnu eitt nú vera starvsfólk á kunningarstovum, ferðaskrivstovum, gistingarhúsum og matstovum.

Vitja fleiri lokal tilboð

Á ferðini fáa luttakararnir høvi at hitta lokalar veitarar og sjálvir uppliva nakað av tí, sum Kvívíkar kommuna hevur at bjóða. Skráin fevnir millum annað um Kvívikknit, Svanhild by FO, IPG-savnið og útgrevsturin í Kvívík. Síðani verður farið til Stykkis og Leynar, har Havdypp og Trælist verða vitjað.

Tiltakið er fyri limir í Ferðavinnufelagnum og starvsfólk teirra. Økisvitjanin verður mánadagin 28. september frá klokkan 13.00 til 17.30. Freistin at melda til er mikudagin 23. september.

Mest lisið hesa vikuna

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

22 tímar síðan

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44