Føroyskt gestablídni, mentanarmunir og samskifti verða sett á breddan, tá ið Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin fríggjadagin 6. november á Hotel Hafnia í Havn.
Ferðavinnufelagið skipar fyri stevnuni, sum savnar fólk úr føroysku ferðavinnuni til framløgur og hátíðarhald.
Frá Michelin-matstovu til føroyskt gestablídni
Seks fyrilestrarhaldarar fara at lýsa, hvussu mentanarmunir ávirka samstarv á arbeiðsplássum, tænastu og samskifti við útlendsk ferðafólk.
Poul Andrias Ziska, sum eigur Michelin-matstovuna PAZ, fer at greiða frá, hvussu tað er at leiða eitt altjóða arbeiðspláss í Føroyum.
Fía Lindenskov og Jóna Thomsen úr Tórshavnar kommunu fara at viðgera mentanarmunir á arbeiðsplássinum og týdningin av góðum samskifti.
Størri mentanarfatan
Annika S. Biskopstø fer at greiða frá, hvussu størri mentanarfatan kann geva ferðafólkum eina betri uppliving.
Sylvia Garduno Magnussen, sum flutti til Føroya í 2009, fer at lýsa føroysku mentanina við eygunum hjá einum, sum er komin uttanífrá.
Jógvan Jón Henriksen, sum starvast hjá Atlantic Airways, fer at greiða frá, hvussu ferðafólk úr ymiskum londum uppliva føroyskt gestablídni.
Ráðstevnan verður á Panorama á Hotel Hafnia frá klokkan 15.30 til 18.00. Síðani verður veitsla, har ferðavinnuárið 2026 verður hátíðarhildið, og ársins heiðursbrøv verða handað.