Ongi úrslit

Ferðin til Kongurvág: Nýggj føroysk barnabók verður løgd fram í Havn

Nýggja barnabókin Ferðin til Kongurvág eftir Urd Johannesen verður løgd fram í Reinsarínum 27. august. Silja Eystberg hevur myndprýtt bókina.

Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Ein marrudreymur, eiturkoppar og ein ferð inn í ein myrkan ævintýraheim eru karmarnir um nýggju barnabókina Ferðin til Kongurvág. Urd Johannesen hevur skrivað bókina, og Silja Eystberg hevur myndprýtt hana.

Bókaframløgan verður í Reinsarínum í Havn 27. august klokkan 19.

Marran broytist

Søgan snýr seg um Ólav, sum hatar at fara í song, tí hann hvørja nátt hevur somu ræðuligu marruna. Í marruni verður hann eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann gjøgnum eitt myrkt helli.

Men eina nátt broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, ríkinum hjá eiturkoppunum. Saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti mátin hjá honum at sleppa av við hana.

Bókin er 100 síður og er ætlað børnum í aldrinum 7 til 12 ár. Hetta er fyrsta barnabókin hjá Urd Johannesen, sum áður hevur givið út yrkingar.

Samrøða, tónleikur og serprísur

Á bókaframløguni verður samrøða við Urd Johannesen og Silju Eystberg um bókina, marrur og ævintýraheimar og um at skriva og myndprýða fyri børn. Byrjað verður við einum tónleikainnslagi, og høvi verður eisini at keypa bókina fyri serprís.

Silja Eystberg hevur áður millum annað myndprýtt Fornt eftir Elina á Rógvi, sum varð tilnevnd barnabókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2025.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

Í gjár kl. 08:55

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39