Hvat ferðslulógin sigur um at mála ein ælaboga á ein trafikerandi veg?
Hendan spurningin sendur vit Føroya Politi, tí tað hevur verið nevnt nakrar ferðir, í sambandi við ælabogavegin í Steinatúni.
-Tað stendur onki í nakrari lóg um, hvat fyri ein vegur skal hava.
Tað einasta hesum viðvíkandi er ferðslumerkingum, tað stendur í logir.fo
Kunngerð nr. 75 frá 17. juni 1980 um ferðslumerkingar, sum broytt við kunngerð nr. 96 frá 30. oktober 2007
§ 39. Merking á akbreyt, súklubreyt v.m. er hvít. Gul merking verður tó nýtt til bráðfengis ferðslustýring t.d. tá vegarbeiði fer fram, ella vegur er umlagdur, og hon skal aktast fram um hvíta merking.
Harumframt verður gul merking nýtt til T 61 Steðgforboð og T 62 Parkeringarforboð, smb. § 45.
2. stk. Í staðin fyri ella aftrat merkingini kunnu verða nýttir ferðslunaglar, sum kunnu verða útgjørdir við endurskini við litum sum eftir 1. stk.
So hvønn lit asfalti skal hava stendur ongastaðni. Tað má sjálvandi ikki málast út yvir ferðslumerkingar á vegnum, skrivar vegtekniska deild hjá løgregluni.