Løgtingsmaðurin Haraldur Símunarson Hammer vil hava at vita, um pengar verða settir av á fíggjarlógini fyri 2027 til at bøta um ferðsluviðurskiftini við Streymin.
Í einum skrivligum fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, spyr hann eisini, um landsstýrið er sinnað at projektera eina rundkoyring sum varandi loysn.
Málið stendur í stað
Sambært viðmerkingunum til fyrispurningin hava ferðsluviðurskiftini við Streymin leingi verið mett sum vandamikil.
Haraldur Símunarson Hammer skrivar, at staðið er alment kent sum ein deyðsfella, og at fleiri ógvislig ferðsluóhapp hava verið har. Í summum førum hava fólk eisini latið lív.
Samstundis hava ymiskar áskoðanir verið um, hvør loysn er tann besta.
Bíða eftir politiskari játtan
Sambært fyrispurninginum er niðurstøðan í nýggja samskiftinum millum kommununa og Landsverk, at hóast partarnir møguliga kunnu semjast um, at ein rundkoyring er loysnin, verður ikki arbeitt víðari við málinum, fyrr enn politisk játtan er tøk.
Haraldur Símunarson Hammer spyr tí eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at raðfesta og fremja eina varandi og trygga loysn við Streymin í hesum samgongutíðarskeiðinum.