Ongi úrslit

Festivalurin er byrjaður: tøkni, íverksetan og mentan í Silo

Íverksetar, tøkningar, politikkarar og onnur úr øllum heiminum eru í dag savnaði á Vestaru Bryggju.

Halgir Winther Nagata
9. mai 2025 kl. 15:36

Fyri triðju ferð hava føroyskir vinnuframandi stovnar bjóðað innovatørum úr øllum heiminum til Tórshavn, har Tonik er pallur fyri framløgum, panel kjaki og mentanarligum innsløgum um íverksetan og tøkni.

Longu klokkan 08:30 í morgun byrjaðu íverksetarafyritøkur úr fleiri norðurlondum at leggja fram fyri einum paneli av dómarum. Fjølbroyttu hugskotini snúgva seg millum annað um hunda ansing, sølufremjandi forrit, læknafrøðilig amboð við vitlíki, og effektivisering av byggivinnuni.

Útselda ráðstevnan hevur tríggjar pallar, so har altíð er nokk at velja millum. Pallarnir hava higartil hýst politikkarum og íverksetum, sum hava deilt vitan um sjóvinnu, slóðbrótandi tøkni, og týdningin av at fortelja eina góða søgu tá tú vilt skapa broyting.

Tonik 2025 heldur áfram allan dagin.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54