Ongi úrslit

FIFA satsar upp á vitlíki

í stríðnum móti VAR-kritikki til HM

Jóhanna Højgaard
11. juni kl. 20:49

HM-endaspælið í fótbólti byrjar í kvøld, tekur FIFA eitt nýtt tøkniligt stig, í royndini at bøta um tær VAR-støður, sum seinastu árini hava skapt nógv kjak og ónøgd.

Saman við almenna tøkni-samstarvspartnaranum Lenovo, setur FIFA í verk fleiri loysnir ið byggja á vitlíki, og sum skulu gera videodøming bæði skjótari og neyvari.

Kjarnin í skipanini er ein víðkað útgáva av tí hálvautomatiska rangstøðukervinum, har vitlíki, framkomin myndatól og sensorar í bóltinum arbeiða saman fyri at staðfesta rangstøður í samtíð.

Endamálið er at minka um tær longu steðgirnar, sum ofta hava verið eitt av størstu atfinningarevnunum móti VAR. Í greiðum rangstøðustøðum kann skipanin sjálvvirkandi senda fráboðan til dómaratoymið, soleiðis at avgerðir kunnu takast skjótari.

Sum partur av nýggju tøknini verða allir spælarar eisini 3D-skannaðir undan kappingini. Tað ger tað møguligt at skapa talgildar útgávur av spælarunum, sum kunnu geva neyvari rangstøðumetingar og greiðari grafikk til sjónvarpshyggjararnar.

FIFA leggur tó dent á, at vitlíki ikki fer at taka yvir leiklutin hjá dómarunum. Tøknin skal vera eitt hjálparamboð, meðan endaliga avgerðin framvegis verður tikin av dómarunum á vøllinum og í VAR-rúminum.

Vónin er, at nýggja tøknin kann minka um kjakið og styrkja álitið á videodømingina undir heimsins størstu fótbóltskapping.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11