Ongi úrslit

Fíggjarlógarorðaskiftið um inntøkur útreiðsluvøkstur og tilfeingisgjøld

Viðmerking til sjónarmiðini hjá Rebekku Joensen í Breddanum 1. oktober 2026

Fróði Magnussen, umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi
6 tímar síðan

Samandráttur
Í Breddanum 1. oktober førdi Rebekka Joensen fram, at ov lítil dentur verður lagdur á inntøkurnar hjá landskassanum. Í somu sending segði Aksel V. Johannesen, at Javnaðarflokkurin fegin hevði viljað kravt meira inn í eitt nú tilfeingisgjøldum. Tað er sjálvandi í lagi at føra hesi sjónarmið fram, men tey vórðu ikki roynd ímóti hinum grundleggjandi spurninginum: Hvussu nógv eru almennu útreiðslurnar vaksnar, og hvat hava vit fingið fyri pengarnar?

Rakstrarkarmurin er vaksin úr 5,2 milliardum krónum í 2020 upp í 7,46 milliardir í 2027. Tað er ein nominellur vøkstur á 2,26 milliardir ella 43,5 prosent eftir sjey árum. Almannamál, heilsumál og útbúgving standa fyri góðum 80 prosentum av vøkstrinum. Kortini hava vit ikki eina samlaða og samanberiliga uppgerð, sum vísir, um vøksturin hevur givið fleiri røktartímar, styttri bíðitíðir, fleiri viðgerðir, betri undirvísing ella skjótari málsviðgerð.

Loysnin er tí ikki sjálvvirkandi at taka meira inn frá vinnuni og koyra meira pening í eina skipan, har úrslitini ikki verða nóg væl mátað. Vinnan skal rinda eitt rímiligt tilfeingisgjald, men alt yvirskot er ikki tilfeingisrenta, og gjøldini mugu byggja á veruligar roknskapir, íløgur og váða. Kringvarpið eigur at royna hesar fortreytir og geva mótsjónarmiðum rúmd. Annars kann eitt politiskt sjónarmið gerast sannleiki fyri opnari mikrofon.

Sjónarmiðið um inntøkurnar í Breddanum
Í Breddanum 1. oktober varð Rebekka Joensen boðin í útvarpsstovuna at meta um fíggjarlógaruppskotið fyri 2027. Høvuðsboðskapurin var, at ov lítil dentur varð lagdur á inntøkurnar hjá landskassanum.

Kringvarpið gjørdi síðani júst henda boðskap til yvirskrift: «Fíggjarlógin hevur ov lítið fokus á inntøkur.»

Í somu sending segði Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at Javnaðarflokkurin fegin hevði viljað kravt meira inn í eitt nú tilfeingisgjøldum, men at flokkurin var bundin av samgonguni.

Soleiðis varð ein greið forteljing løgd fyri lurtaran: Trupulleikin er, at landskassin fær ov lítið inn, og ein loysn er at taka meira frá vinnuni.

Tað er sjálvandi í lagi at føra slík politiskt og búskaparligt sjónarmið fram. Men hettar er ikki ein óheft sannroynd.

Trupulleikin er ikki, at Rebekka Joensen hevur hesa áskoðan, ella at hon fær høvi at bera hana fram. Trupulleikin er, at Kringvarpið aftur og aftur loyvir ávísum sjónarmiðum fram at fyri opnari mikrofon, uttan at grundleggjandi fortreytir verða royndar og uttan veruligt mótspæl. Í greinini „Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi“, dagfest 4. oktober 2026 send miðlunum, havi eg givið mítt íkast til eitt neyðugt mótsjónarmið. Hetta haldi eg vera serliga viðkomandi, tá Hans Ellefsen dagin fyri sendingina við Rebekku fekk høvi at føra fram nærum somu sjónarmið um inntøkur uttan mótspæl ella kritiskar mótspurningar. Eftir mínum tykki hevur Kringvarpið tí ikki í nóg stóran mun tryggjað tað neyðuga mótspælið og fjølbroytnið í hesum kjakinum.

Tá sama forteljing verður endurtikin nóg ofta av fólki, sum verða presenterað sum fakligir serfrøðingar, kann hon at enda verða fatað sum sjálvur sannleikin, hóast onnur faklig og politisk sjónarmið eru.

Vøksturin í rakstrarkarminum
Tá sagt verður, at inntøkurnar eru ov lágar, kundi fyrsti mótspurningurin verið, hvussu nógv útreiðslurnar eru vaksnar, og hvat vit hava fingið aftur fyri peningin? Tann spurningurin varð ikki settur við somu tyngd.

Rakstrarkarmurin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er 7.457,7 milliónir krónur. Í 2014 var samsvarandi Rakstrarkarmurin umleið 4.566 milliónir. Tað er ein vøkstur á 2.891,7 milliónir krónur ella 63,3 prosent.

Ein nominellur vøkstur á 63 prosentum krónum er so stórur, at vøksturin eigur at verða ein partur av fíggjarlógarorðaskiftinum.

Eg skal viðmerkja at her tala um rakstrarkarmur á fíggjarlógini ikki staðfest rakstrartøl fyri tey einstøku árini.

Ár

Rakstrarkarmur mió kr

Broyting mió kr

Vøkstur

2014

4.566,0

-

-

2015

4.324,0

-242,0

-5,3 %

2016

4.390,0

66,0

1,5 %

2017

4.469,0

79,0

1,8 %

2018

4.556,0

87,0

1,9 %

2019

4.830,6

274,6

6,0 %

2020

5.196,0

365,4

7,6 %

2021

5.557,0

361,0

6,9 %

2022

5.848,3

291,3

5,2 %

2023

6.169,0

320,7

5,5 %

2024

6.553,0

384,0

6,2 %

2025

6.906,0

353,0

5,4 %

2026

7.152,8

246,8

3,6 %

2027

7.457,7

304,9

4,3 %

 Tølini eru í ársins prísum og eru tí ikki javnað við prísvøkstri ella fólkavøkstri. Minkingin í 2015 hongur millum annað saman við, at eldraøkið og umleið 372 milliónir krónur vórðu fluttar til kommunurnar.

Talvan prógvar ikki í sjálvum sær, at peningurin er burturspiltur. Hon vísir heldur ikki, at eingin tænasta er komin burturúr. Men hon vísir, at útreiðslurnar eru vaksnar so nógv, at almenningurin eigur at fáa eina nógv neyvari frágreiðing um, hvat vit hava fingið fyri peningin.

Samanberiligi rakstrarkarmurin í fíggjarlógaruppskotunum er vaksin úr 5.196,0 mió. kr. í 2020 upp í 7.457,7 mió. kr. í uppskotinum fyri 2027. Tað er ein nominellur vøkstur á 2.261,7 mió. kr. ella 43,5 prosent. Sum áður nevnt er talan um játtanarkarmar og ikki endaliga nýtslu sambært landsroknskapinum.

Býtið av útreiðsluvøkstrinum millum ymsu málsøkini
Málsøkini eru flutt millum stjórnarráð og fíggjarlógargreinar fleiri ferðir. Tí eru útreiðslurnar niðanfyri bólkaðar eftir støðugum málsøkjum heldur enn eftir skiftandi paragrafunum. Upphæddirnar eru í milliónum krónum.

Málsøki

2020

2021

2022

2023

2024

2025

2026

2027

Almannamál

1.650,9

1.818,3

1.930,7

2.041,2

2.161,8

2.298,6

2.390,8

2.483,5

Heilsumál

1.212,2

1.321,4

1.421,6

1.537,4

1.603,6

1.699,9

1.732,5

1.804,5

Útbúgving og gransking

1.057,7

1.107,6

1.136,6

1.222,7

1.268,2

1.306,0

1.378,1

1.451,4

Samferðsla og samskifti

330,7

336,0

337,7

455,0

445,7

472,4

448,7

449,0

Mentan

107,0

113,2

115,9

133,7

145,6

159,6

175,3

186,7

Bústaðarmál

44,0

44,0

44,0

62,0

80,0

73,5

80,0

119,0

Onnur málsøki

793,6

816,7

861,8

846,7

1.002,3

1.024,0

1.066,2

1.082,9

Frádráttur og javningar

0,0

-0,2

0,0

-129,8

-154,1

-128,0

-118,8

-119,3

Samanberiligur rakstrarkarmur

5.196,0

5.557,0

5.848,3

6.169,0

6.553,0

6.906,0

7.152,8

7.457,7

 

Málsøki

Vøkstur mó kr

Vøkstur

Partur av samlaða vøkstrinum

Almannamál

832,6

50,4 %

36,8 %

Heilsumál

592,3

48,9 %

26,2 %

Útbúgving og gransking

393,7

37,2 %

17,4 %

Samferðsla og samskifti

118,3

35,8 %

5,2 %

Mentan

79,7

74,5 %

3,5 %

Bústaðarmál

75,0

170,5 %

3,3 %

Onnur málsøki

289,3

36,5 %

12,8 %

Frádráttur og javningar

-119,3

-

-5,3 %

Tilsamans

2.261,7

43,5 %

100,0 %

 Tølini fyri málsøkini vísa gongdina í fíggjarlógaruppskotunum og ikki staðfestan rakstur sambært landsroknskapinum. Tey vísa sostatt, hvussu játtanarkarmarnir eru broyttir, men ikki neyðturviliga, hvussu nógv endaliga varð brúkt innan einstøku málsøkini.

Størstu útreiðslubroytingarnar
Frá 2020 til 2027 er samanberiligi rakstrarkarmurin í fíggjarlógaruppskotunum vaksin við 2.261,7 mió. kr. Av hesum vøkstri standa almannamál, heilsumál og útbúgving fyri umleið 1,8 mia. kr. ella góðum 80 prosentum.

Innan almannamál eru sosialar pensjónir vaksnar umleið 363 milliónir krónur. Sosialar tænastur eru vaksnar umleið 211 milliónir, og aðrar sosialar skipanir og virknistiltøk umleið 120 milliónir.

Innan heilsuverkið stavar umleið 461 milliónir av vøkstrinum frá sjúkrahúsrakstri, meðan aðrar heilsutænastur eru vaksnar góðar 100 milliónir.

Innan útbúgving eru fólkaskúlin og serlig skúlatilboð vaksin umleið 162 milliónir krónur. Miðnámsútbúgvingarnar eru vaksnar umleið 68 milliónir, og hægri útbúgving og gransking umleið 58 milliónir.

Hetta eru stórar og ofta neyðugar tænastur. Men játtanin sigur bara, hvussu nógvur peningur verður brúktur. Hon sigur ikki, hvat borgarin fær afturfyri.

Máting av tænastum og úrslitum
Tá raksturin veksur meira enn tvær milliardir krónur eftir sjey árum, eiga vit at kunna svara nøkrum einføldum spurningum:

· Hvussu nógv fleiri røktartímar fáa eldri og fólk við hjálpartørvi?

· Hvussu nógv fleiri viðgerðir ger heilsuverkið, og eru bíðitíðirnar styttar?

· Hvussu nógv fleiri undirvísingartímar fáa næmingarnir, og eru úrslitini batnað?

· Er málsviðgerðin skjótari, og hvussu er trivnaðurin hjá brúkarum og starvsfólkum broyttur?

· Hvussu stórur partur av vøkstrinum er farin til beinleiðis tænastu, og hvussu stórur partur er farin til leiðslu, samskipan, KT og umsiting?

· Hvussu stórur partur er lógarbundnar flytingar til einstaklingar?

Vit hava ikki eina samlaða, almenna og ár til ár samanberiliga uppgerð, sum knýtir útreiðsluvøksturin at hesum úrslitum.

Har mál, virksemistøl og avrikssáttmálar eru, verða tey ikki nýtt sum eitt samanhangandi grundarlag undir fíggjarlógarorðaskiftinum. Tí ber ikki til hjá skattgjaldaranum at síggja, um ein eyka millión hevur givið fleiri vælferðartímar, skjótari viðgerð ella bara dýrari rakstur.

Tað hevði verið lætt at skriva, at ein stórur partur av vøkstrinum er farin til umsiting. Men fíggjarlógartølini einsamøll prógva ikki tað. Tann fasta kontan felagsútreiðslur og fyrisiting vaks bara úr umleið 140,3 upp í 149,1 milliónir krónur frá 2020 til 2027.

Hinvegin liggja fyrisiting, leiðsla og samskipan eisini inni í teimum einstøku stovnunum og málsøkjunum. Tí krevst ein neyvari greining av ársverkum, lønum, kontum og ítøkiligum avrikum, áðrenn vit kunnu staðfesta, hvussu nógv er farið til umsiting. Kjarnin er, at vit vita ov lítið um, hvat vit fáa fyri vøksturin.

Krøv til nýggjar játtanarhækkingar
Um ein skipan ikki hevur greið mál og ikki verður mátað eftir úrslitum, er loysnin ikki sjálvvirkandi at koyra meira pening í hana. Meira peningur kann fjala óeffektivitet og gera fyribilsloysnir varandi. Peningurin kann eisini byggja nýggjar útreiðslur inn í raksturin, sum politiska skipanin seinni ikki megnar at taka aftur.

Hetta merkir ikki, at vit skulu spara blint í heilsuverki, almannaverki ella skúlaverki. Tað merkir, at hvør stór játtanarhækking eigur at hava greið mál:

· Hvat skal batna, og hvussu nógv skal tað verða betri?

· Nær skal úrslitið síggjast, og hvør hevur ábyrgdina?

· Hvat verður gjørt, um úrslitið ikki kemur?

Uttan slík krøv vita vit ikki, um vit fíggja vælferð ella bara útreiðsluvøkstur.

Tilfeingisgjøld og íløgur
Flestu taka undir við, at fiski- og alivinnan skulu rinda eitt rímiligt gjald fyri serliga rættin at gagnnýta felags náttúrutilfeingi. Men tað er langt frá hesari meginreglu til niðurstøðuna, at hægri tøku- og tilfeingisgjøld eru ein einføld og skaðaleys loysn á trupulleikunum hjá landskassanum.

Ráðstevnan um tilfeingisrentu í Løkshøll í 2023 vísti eina nógv fjølbroyttari mynd. Semja var um meginregluna um tilfeingisgjald, men ikki um støddina, útrokningina ella innkrevjingina.

Karen Helene Ulltveit-Moe vísti á, at ein yvirskotsgrundað skipan er tryggari enn eitt fast gjald fyri hvørt kilo. Eitt kilogjald verður goldið uttan mun til, um fyritøkan hevur stórt yvirskot, lítið yvirskot ella undirskot.

Bård Misund legði samstundis dent á, at búskaparfrøðin ikki er einmælt um, hvussu nógv av einum óvanliga góðum úrsliti er tilfeingisrenta. Ein partur kann stava frá sjálvum tilfeinginum, men ein annar partur kann stava frá íløgum, effektivisering, nýskapan, dugnasemi og váða.

Alt yvirskot er tí ikki tilfeingisrenta. Tá ein alifyritøka ger íløgur í smoltstøðir, fiskaheilsu, alitøkni, avlúsingarskip og virking, er virðisøkingin ikki bara ein gáva frá føroysku firðunum. Tá eitt reiðarí fær betri prís, brúkar minni olju, gagnnýtir fiskin betur ella skipar raksturin effektivari, er alt eyka úrslitið heldur ikki sjálvvirkandi renta frá náttúrutilfeinginum.

Verulig roknskapartøl og teoretisk tilfeingisrenta
Í almenna kjakinum hevur verið ført fram, at tilfeingisrentan hjá uppsjóvarskipum og verksmiðjuskipum í Barentshavinum kann vera umleið ein milliard krónur.

Men ein uppgerð, sum byggir á grannskoðaðu roknskapirnar hjá feløgunum, vísir, at samlaða úrslitið eftir skatt hjá hesum flotum var umleið 450-500 milliónir krónur í 2024, tá inntøkur frá skipasølum ikki verða tiknar við.

Búskaparlig tilfeingisrenta og roknskaparligt úrslit eru ikki tað sama. Men ein vinna má kortini hava veruligt gjaldføri til at rinda skattir og gjøld. Tí kann eitt teoretiskt roknistykki ikki standa einsamalt, meðan grannskoðaðu roknskapirnir verða skúgvaðir til viks.

Úrslitið av einum tilfeingisrentu-roknistykki veldst millum annað um:

· hvør løn verður roknað til manningarnar, og um hædd verður tikin fyri tveimum manningum;

· hvat verður roknað sum vanligt avkast av kapitali, og hvussu fígging, rentur og váði verða viðgjørd;

· um veruligi flotin ella ein ástøðiliga minkaður floti verður brúktur;

· og um virðisøking frá íløgum og dugnasemi verður roknað sum tilfeingisrenta.

Ein búskaparligur myndil er ikki ein óheft sannroynd. Hann vísir úrslitið av teimum fortreytum, sum verða lagdar inn í hann.

Hesi sjónarmið eru lýst nærri í greinini “Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi”.

Sveiggjandi inntøkur og varandi rakstrarútreiðslur
Tøku- og tilfeingisgjøld kunnu sveiggja nógv frá ári til árs. Tí hevði verið skilagott at latið allar hesar inntøkur farið í ein búskapargrunn, heldur enn sum í dag, har ein lutfalsliga stórur partur fer beinleiðis inn á fíggjarlógina. Síðan kundi eitt støðugt og varandi avkast av grunninum verið nýtt á fíggjarlógini. Við einum slíkum leisti hevði ikki borið til at økt almennu útreiðslurnar nógv, bara tí at tøku- og tilfeingisgjøldini vóru serliga høg einstøk ár. Tað hevði í størri mun noytt politisku skipanina at hildið skil á útreiðsluvøkstrinum.

At taka meira frá vinnuni kann geva landskassanum fleiri pengar í dag. Men um gjøldini samstundis minka um íløgur, lønir, arbeiðspláss, partafelagsskatt, tænastukeyp og framtíðar útflutningsvirði, er bruttoinntøkan ikki tað sama sum ein samfelagsbúskaparligur vinningur.

Rætta roknistykkið er nettoúrslitið fyri samfelagið, ikki bara hvussu nógv kemur inn undir einum ávísum inntøkuheiti á fíggjarlógini.

Redaktionella ábyrgdin hjá Kringvarpinum
Kringvarpið skal sjálvandi geva Rebekku Joensen, Aksel V. Johannesen og øðrum rúmd til at føra síni sjónarmið fram. Men public service-skyldan er ikki bara at lata mikrofonina upp. Hon er eisini at royna fortreytirnar, seta kritiskar mótspurningar og tryggja, at viðkomandi mótsjónarmið verða lýst.

Tá sagt verður, at inntøkurnar eru trupulleikin, eigur KVF at spyrja:

· Hví eru rakstrarútreiðslurnar vaksnar 43,5 prosent síðan 2020?

· Hvat hava borgararnir fingið fyri tær 2,26 milliardirnar?

· Hvørji mál og hvørjir avrikssáttmálar eru knýt at vøkstrinum?

· Hvat er veruliga yvirskotið hjá teimum vinnum, sum skulu rinda meira?

· Hvussu verður tilfeingisrenta skild frá avkasti av íløgum, arbeiði og váða?

· Hvørjar verða avleiðingarnar fyri íløgur, arbeiðspláss og framtíðar skattainntøkur?

Verða hesir spurningarnir ikki settir, verður eitt politiskt sjónarmið latið í ein fakligan búna og sent út sum nærum ómótsigandi sannleiki.

Hægri inntøkur kunnu vera ein partur av einari loysn. Men tær kunnu ikki vera ein umbering fyri, at vit ikki kanna útreiðsluvøksturin og ikki máta, hvat vit fáa fyri pengarnar.

Eingin einstøk vinna kann áhaldandi fíggja eina fíggjarlóg, sum veksur uttan greið mál, mátingar og ábyrgd. Áðrenn vit koyra meira pening inn í skipanina, mugu vit vita, hvat kemur út úr henni.

Fróði Magnussen,
umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi

Keldur og framhaldandi lesnaður 

Viðmerking um talgrundarlagið

Tølini fyri 2014–2027 eru roknað við støði í høvuðsyvirlitunum í teimum almennu fíggjarlógaruppskotunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Fyri at árini skulu kunna samanberast, eru tølini gjørd upp eftir sama leisti øll árini: Útreiðslur og inntøkur í rakstrarætlanini eru gjørdar upp netto, meðan løguútreiðslur ikki eru tiknar við í rakstrinum. Talan er um fíggjarætlanin ikki staðfest rakstrartøl.

Málsøkini fyri 2020–2027 eru savnað eftir í málsøkiskotum – eitt nú heilsumál, almannamál og útbúgving – líkamikið hvørjum stjórnarráði tey hava hoyrt undir í tí einstaka árinum. Hetta er neyðugt, tí bygnaðurin og málsøkjabýtið millum stjórnarráðini eru broytt í tíðarskeiðinum. Bólkurin „Onnur málsøki“ fevnir um tey málsøki, sum ikki eru víst serstakt í talvuni.

Har løgukendar útreiðslur standa í rakstrarætlanini, eru tær skildar frá eftir sama leisti fyri øll árini, so úrslitið samsvarar við tann rakstrarkarm, sum Fíggjarmálaráðið kunngerð. Endamálið er ikki at vísa allar bókhaldsligar smálutir, men at nýta eina fasta og gjøgnumskygda uppgerð, so gongdin og mynstrið í útreiðsluvøkstrinum kunnu samanberast frá ári til árs.

Tølini eru nominell og í ársins prísum. Tey eru ikki javnað fyri prísvøkstur ella fólkavøkstur. Talan er um játtanartøl úr fíggjarlógaruppskotum, ikki endaliga nýtslu sambært landsroknskapinum. Minkingin í 2015 skal harumframt síggjast í ljósinum av, at eldraøkið og tilhoyrandi fígging vórðu flutt til kommunurnar.

Sendingin og útsagnirnar

1. Kringvarp Føroya – Breddin, 1. oktober 2026.
Sendingin „Fíggjarlógin og vaktarskipini“. Samrøðan við Rebekku Joensen byrjar umleið seks minuttir inni í sendingini. Sendingin er høvuðskeldan til endurgivnu sjónarmiðini hjá Rebekku Joensen og Aksel V. Johannesen.
URL: https://kvf.fo/ljod/sending/breddin?sid=214095

2. Kringvarp Føroya – Búskaparfrøðingur: Fíggjarlógin hevur ov lítið fokus á inntøkur, 1. oktober 2026.
Netgreinin hjá KVF vísir ta yvirskrift og tann vinkul, sum sendingin varð miðlað við.
URL: https://kvf.fo/greinar/2026/10/01/buskaparfrodingur-figgjarlogin-hevur-ov-litid-fokus-inntokur

Fíggjarlógir og útreiðslutøl

3. Fíggjarmálaráðið – Fíggjarlóg 2004–2027.
Savnsíðan hevur fíggjarlógaruppskot og dagførdar fíggjarlógir fyri hvørt ár. Tølini í greinini eru tikin úr Høvuðsyvirliti I í uppskotinum fyri hvørt ár. Fyri 2023 er Uppskot 2, lagt fram 14. februar 2023, nýtt.
URL: https://www.fmr.fo/fo/logir-og-reglur/figgjarlog/figgjarlog-2004-2027

4. Fíggjarmálaráðið – Fíggjarlógaruppseting.
Frágreiðir, hvussu høvuðsyvirlitið, rakstrarætlanin, løguætlanin og nettojáttanirnar skulu lesast.
URL: https://www.fmr.fo/fo/logir-og-reglur/figgjarlog/figgjarlogaruppseting

5. Fíggjarmálaráðið – Betra korini hjá ungum og eldri, 30. september 2026.
Almenna fráboðanin um fíggjarlógaruppskotið fyri 2027. Her verða rakstrarkarmurin 7.457,7 mió. kr. og løgur og løgukendar útreiðslur 580,6 mió. kr. tilskilað.
URL: https://www.fmr.fo/fo/kunning/tidindi/betra-korini-hja-ungum-og-eldri

6. Fíggjarmálaráðið – Játtanarkarmar: Yvirskot í 2016.
Frágreiðir, at eldraøkið og tilhoyrandi 372 mió. kr. vórðu flutt til kommunurnar við ársenda 2014. Hetta er ein týðandi frágreiðing til minkingina í landsins rakstrarkarmi í 2015.
URL: https://www.fmr.fo/fo/kunning/tidindi/jattanarkarmar-yvirskot-i-2016

7. Fíggjarmálaráðið – Mál- og avrikssáttmálar.
Savnsíðan vísir dømi um almennar mál- og avrikssáttmálar. Hon kann nýtast sum útgangsstøði, tá kannað verður, í hvønn mun játtanir eru knýttar at greiðum og mátiligum úrslitum.
URL: https://www.fmr.fo/fo/um-radid/mal-og-avrikssattmali

Tilfeingisrenta og tilfeingisgjøld

8. Búskaparráðið – Samanumtøka av ráðstevnu um tilfeingisgjøld í Løkshøll, august 2023.
Almenna samanumtøkan av framløgunum hjá millum øðrum Karen Helene Ulltveit-Moe, Bård Misund, Ragnari Nystøyl, Ola Flåten og Birgir Thór Runólfsson. Hon lýsir bæði semjuna um tilfeingisgjald og ósemjuna um stødd, útrokning og innkrevjing.
URL: https://www.landsbankin.fo/Files/Images/B%C3%BAskaparr%C3%A1%C3%B0i%C3%B0/R%C3%A1%C3%B0stevna%20um%20tilfeingisgjald/Samanumt%C3%B8ka%20-%20endaligt.pdf

9. Búskaparráðið – Niðurstøður frá ráðstevnu um tilfeingisgjald, 16. august 2023.
Kunningarsíðan hjá Búskaparráðnum um endamálið við ráðstevnuni og leinki til samlaðu niðurstøðurnar.
URL: https://www.landsbankin.fo/fo-fo/ni%C3%B0urstoe%C3%B0ur-fra-ra%C3%B0stevnu-um-tilfeingisgjald

10. Misund, Osmundsen, Tveterås o.fl. – Grunnrenteskatt i havbruk: Et kunnskapsgrunnlag, Universitetið í Stavanger, 2020.
Faklig frágreiðing um tilfeingisrentu, skattaskipanir, íløguávirkan og trupulleikarnar við at gera ein ástøðiliga neutralan skatt neutralan í verki.
URL: https://ebooks.uis.no/index.php/USPS/catalog/book/46

11. Hans Ellefsen – Haldføristrupulleiki og gjøld fyri at nýta náttúrutilfeingi, 21. februar 2025.
Greinin førir fram metingina um, at umleið ein milliard krónur í hvørjari av fiski- og alivinnuni ikki varð tikin inn sum tilfeingisrenta í 2023. Hon er tikin við, so lesarin kann kanna upprunaliga mótsjónarmiðið.
URL: https://dimma.fo/grein/haldforistrupulleiki-og-gjold-fyri-at-nyta-natturutilfeingi

Roknskapir og mótsjónarmið úr fiskivinnuni

12. Skráseting Føroya og Vinnuvitan – ársroknskapir hjá føroyskum parta- og smápartafeløgum.
Grannskoðaðu ársroknskapirnir fyri 2024 eru grundarlagið undir samanleggingini av úrslitunum hjá feløgunum, sum reka uppsjóvarskip og verksmiðjuskip í Barentshavinum. Roknskapir kunnu finnast við at leita eftir einstaka felagnum í Vinnuvitan.
URL: https://www.vinnuvitan.fo/

13. Føroya Reiðarafelag – Tann misvísandi milliardin, 18. mars 2025.
Mótsjónarmið til metingarnar um tilfeingisrentu. Greinin vísir millum annað roknskaparlig úrslit og miðal EBITDA fyri uppsjóvarskip í tíðarskeiðnum 2017–2024.
URL: https://www.frf.fo/tidindi/tann-misvisandi-milliardin

Viðmerking um roknskapartalið 450–500 mió. kr.
Hetta er ikki eitt alment útgivið samtal frá Hagstovuni ella Fíggjarmálaráðnum, men ein egin samanlegging av ársúrslitum í grannskoðaðum roknskapum.

Kringvarpsskyldur og fjølmiðlasiður

14. Løgtingslóg um kringvarp, serliga grein 10.
Ásetir, at Kringvarp Føroya skal leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð.

URL: https://logir.fo/Logtingslog/61-fra-16-05-2006-um-kringvarp-sum-broytt-vid-logtingslog-nr-48-fra-26-mai

16. Kringvarp Føroya – Public service-sáttmáli 2024–2028 og frágreiðingar.
Sáttmálin og frágreiðingarnar lýsa skylduna at veita sakligan og óheftan tíðindaflutning og at gera borgararnar betur førar fyri at taka støðu til samfelagsgongdina.
URL: https://kvf.fo/umkvf/leiklutur/fragreidingar

Keldurnar umboða ikki allar sama sjónarmið. Almenn skjøl, fakligar frágreiðingar, fjølmiðlatilfar og partsinnlegg eru tikin við, so lesarin kann kanna bæði upprunaligu útsagnirnar, talgrundarlagið og tey ymisku fakligu og politisku sjónarmiðini, sum greinin viðger.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37