Tá ið landsliðið varð úttikið, sum í hesum umfarinum spælir fýra dystir í Nations League, segði landsliðsvenjarin, at av tí, at tað er so stutt millum dystirnar, so fara nógvir av teimum 23 í hópinum at fáa møguleikan.
Leygarkvøldið, tá ið tað á heimavølli endaði 1-1 ímóti Kasakstan, vóru 14 føroyskir spælarar á vøllinum.
Síðani tá er Aron Benjaminsen lagstur aftrat, so tað nú eru 24 spælarar í hópnum.
Nú hevur venjarin boðað frá, hvørjir 11 vera teir fyrstu á vøllinum í Moldova, har fyrsta bríksl verður klokkan 17, og tað er skjótt at staðfesta, at venjarin heldur orð í tí, at tað eru nógvir, sum fáa møguleikan.
Sammett við teir fyrstu 11 ímóti Kasakstan, so eru fimm spælarar skiftir út. Nýggir millum teir fyrstu ellivu eru Jann J. Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Mattias Hellisdal og Adrian Justinussen. Teir avloysa Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Martin Agnarsson, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen.
Føroyska liðið í Moldova: Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Áki D. Samuelsen, Géza Dávid Turi, Mattias Hellisdal, Hanus Sørensen – Adrian Justinussen
Á beinkinum: Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Jóannes Kalsø Danielsen, Emil Weihe Joensen, Jóannes Bjartalíð, Heini Vatnsdal, Jørgen Nielsen, Petur Knudsen, Martin Agnarsson, Poul Kallsberg, Odmar Færø og Aron Benjaminsen.
Ímóti Kasakstan var Odmar Færø liðformaður. Í dag er Viljormur Davidsen liðformaður soleiðis, sum hann hevur verið nógvu tær undanfarnu ferðirnar, tá ið sær verður burtur frá dystinum ímóti Kasakstan, tá ið hann var á beinkinum.