Ongi úrslit

Fimm bilførarar fáa eina heilsu frá fútanum

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Tað hevur verið avbera friðarligt í góðveðrinum, men í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna.

Úrslitið varð, at fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at brúka fartelefon ímeðan teir koyrdu, og fyri at koyra ov skjótt.

Tríggir bilførarar fingu 1.000 krónur í bót, umframt at teir eisini fingu klipp í koyrikortið fyri at brúka fartelefon og tveir bilførarar fingu bót fyri at koyra eitt sindur ov skjótt.

Løgreglan sigur, at teir vórðu allir tiknir her á Streymoynni.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Sluppu væl frá ógvusligum ferðsluóhappi

4. juni kl. 09:15