Í Texas vann demokraturin James Talarico á republikanska valevni Ken Paxton. Hetta er fyrstu ferð síðani 1988, at ein demokratur hevur vunnið eitt senatsval í statinum.
Í Kansas vann Adam Hamilton á sitandi senatorinum Roger Marshall. Kansas hevur ikki valt ein demokrat til Senatið síðani 1932.
Í Iowa vann Josh Turek á republikanska valevninum Ashley Hinson, meðan fyrrverandi senatorurin Sherrod Brown vann á Jon Husted í Ohio og tryggjaði sær sessin aftur eftir ósigurin í 2024.
Í South Carolina vann læknin Annie Andrews á republikanska senatorinum Darline Graham, sum tók sætið fyri beiggja sín Lindsey Graham aftaná hann brádliga andaðist í juli mánað. Hetta er fyrstu ferð síðani 1998, at ein demokratur hevur vunnið eitt senatsval í statinum.
Sigrarnir eru partur av einari størri demokratiskari framgongd á miðskeiðisvalinum, sum hevur broytt politisku javnvágina í Washington og gjørt tað truplari hjá Donald Trump at fremja sín politikk.