Ongi úrslit

Finala í Eurovision í kvøld

Jóhanna Højgaard
16. mai kl. 18:10

Tá hondbóltsdysturin er liðugur, er kanska akkurát tíð at náa heim, fyri at síggja úrslitið av stóra finalukvøldinum í Eurovision Song Contest 2026. Tað verður í ár hildið í Wien.

Millum tey 25 londini í finaluni, luttekur Danmark við Søren Torpegaard Lund og sanginum Før vi går hjem.

Sjálvt um vit ikki hava nakra føroyska songstjørnu við eins og í fjør, tá Sissal bergtók øll við sínum lagið Hallucination, so eru nógvir føroyingar í Føroyum, eins og í ùtlondum sum trúfast fylgja við.

Mynd: Eurovision.com frá 2025

Og sum vit skrivaðu í gjár, verður Sissal eisini at síggja í sendingini, hóast tað ikki verður á pallinum.

Tey 25 londini í finaluni eru: Danmark, Týskland, Ísrael, Belgia, Albania, Grikkaland, Ukraina, Avstralia, Serbia, Malta, Kekkia, Bulgaria, Kroatia, Stórabretland, Frakland, Moldova, Finnland, Pólland, Litava, Svøríki, Kýpros, Italia, Noreg, Rumenia og Eysturríki.

Fimm lond boykotta Eurovision í ár. Hettar tí Ísrael sleppur at luttaka. Tað eru: Spania, Holland, Írland, Slovenia og Ísland. Tey hava valt at bæði taka seg úr sangkappingini, og ikki senda hana í sjónvarpinum.

Eurovision byrjar klokkan 20.00 føroyska tíð. Til ber at fylgja við her

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

21 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47