Ongi úrslit

Fingu næstan ongan tosk - men heilt fitt av hýsu

Myndin er frá Havstovuni
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað er sera lítið til av toski, men hinvegin er tað framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum.

Tað er niðurstøðan eftir seinastu yvirlitstrolingina hjá Havstovuni á føroyska landgrunninum.

Tær vóru í august og í tí sambandi høvdu tey 200 hál upp á ein tíma. Havstovan sigur, at tað var sera lítið at fáa av toski í ár afturímóti øðrum árum.

Í roynd og veru er hetta tað minsta, tey hava fingið av toski síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. Toskurin var eisini rættiliga rak, sigur Havstovan.

Nøgdin av hýsu var minkandi, men framvegis stór, men eisini hon var rættiliga rak í ár.

Ein stórur partur av hýsuveiðuni var smáhýsa, sigur Hagstovan.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

20 tímar síðan

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Eitt av hvørjum fimm atgongumerkjum fer til MVG

2. sepember kl. 13:33