Frá hósdegnum 17. september hevur Finleif Mortensen sína afturvendandi framsýnig í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin kundi havt tittulin »tað kenda og ókenda« eftir sum tað á framsíningini eru tey kendu motivini við bygdum og landsløgum og teir abstraktu kompositiónirnar sum heldur skulu sansast enn skiljast.
Í teimum kendu motivinum er tað tó meir enn ein avmyndan av teirri kendu bygdini, fjøll eru ikki bara fjøll og hús ikki bara hús men formar ella skap har dentur verður lagdur á kompositiónina í málninginum.
Finleif arbeiðir eisini nógv við llitunum á løriftinum og byggir málningin upp í fleiri løgum, hetta sæst aftur baði í teimum abstraktu og figurativu landslags málningunum. At fara á framsýning er at sansa og varnast tað kenda og ókenda.
Framsýningin kann síggjast til týsdagin 22. september.