Ongi úrslit

Fiskavøruútflutningur: Føroyar útfluttu fyri metstórar 13,2 milliardir krónur

Føroyski fiskavøruútflutningurin setti nýtt met í tólvmánaðarskeiðnum frá apríl 2025 til mars 2026.

Edmund Jacobsen
19. mai kl. 18:23

Útflutt varð fyri 13,246 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur upp á 1,66 milliardir krónur, svarandi til 14,3 prosent samanborið við undanfarna skeiðið.

Samlaði vøruútflutningurin var nærum 14 milliardir krónur. Serliga laksur og toskur drógu vøksturin upp.

Útflutningsvirðið á laksi vaks við 477 milliónum krónum til 6,23 milliardir krónur. Samstundis vaks útflutta nøgdin við 26,7 prosentum til 115.409 tons.

Toskaútflutningurin vaks við 343 milliónum krónum til nærum 1,5 milliardir krónur. Tað svarar til ein vøkstur upp á 29,7 prosent.

ES-marknaðurin dró størsta vøksturin

Størsti vøksturin í fiskavøruútflutninginum var til ES, har útflutningurin vaks við 1,34 milliardum krónum til 6,8 milliardir krónur. Útflutningurin til Niðurlond vaks við 288 milliónum krónum, meðan útflutningurin til Spania vaks við 258 milliónum krónum.

Útflutningurin til Kina vaks eisini nógv. Kina stóð fyri góðum 243 milliónum krónum av samlaða vøkstrinum til asiatiska marknaðin. Árligi útflutningurin til Kina er nú farin upp um eina milliard krónur.

Sambært Hagstovu Føroya eru sjey lond nú omanfyri eina milliard krónur í árligum keypi av føroyskum fiskavørum. Tey eru USA, Spania, Danmark, Bretland, Russland, Niðurlond og Kina.

Makrelur og fiskamjøl drógu niður

Ikki øll fiskasløg høvdu framgongd. Útflutta nøgdin av makreli minkaði við 19,8 prosentum, hóast virðið vaks við 15,4 prosentum.

Samstundis minkaði útflutningsvirðið á fóðri við 33 prosentum og á fiskamjøli við 22,8 prosentum.

Hagstova Føroya staðfestir kortini, at útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum er vaksin í virði seinasta árið.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

21 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47