Fjølmiðlarnir verða ofta nevndir fjórða statsvaldið, tí teir skulu hava eftirlit við lóggávuvaldinum, útinnandi valdinum og dómsvaldinum. Men fjølmiðlarnir hava eisini sjálvir vald: Teir kunnu ávirka, hvør sleppur framat, hvør fær talutíð, og hvussu veljararnir uppfata valevni og politisk mál.
Tá hetta valdið ikki verður umsitið óheft og javnvigað, kann fjórða statsvaldið sjálvt gerast eitt amboð til politiska ávirkan.
„Seráhugamál“, peningur, politisk makt og Miðlar
Pengar kunnu brúkast til at vinna politiskt vald, ávirka almenna kjakið og tryggja, at tey, sum longu hava valdið, varðveita tað. Teir kunnu fíggja valstríð, lýsingar, netportalar, miðlaeigaraskap og talgildar ávirkanarherferðir.
Miðlar og netportalar kunnu styrkja ávís politisk sjónarmið, meðan onnur verða tagd burtur ella lýst negativt. Tá veruligur eigaraskapur og fígging eru fjald, kann tað vera torført hjá almenninginum at síggja, hvør stendur aftan fyri boðskapin.
Bot-netverk, spam og fake news
Falskar kontur og sjálvvirkandi bot-netverk kunnu endurtaka politisk boð og skapa eina falska mynd av stórum fólksligum stuðli. Spam kann fylla kommentarfelt við endurtiknum boðskapum, meðan mótstøða verður druknað í innihaldi.
Fake news – falskar ella villleiðandi tíðindafrásagnir – kunnu verða brúktar til at gera politiskar mótstøðufólkar óálítandi, sáa iva um valúrslit og flyta almenna kjakið burtur frá óynsktum evnum. Tá ein boðskapur verður endurtikin nóg ofta, kann hann kennast sannur, hóast próvgrundarlagið vantar.
Konspiratiónsteoriir kunnu styrkja hesa ávirkan við at peika á fjaldar fíggindar og lýsa kritikk og mótprógv sum part av einari samansvørjing. Hetta kann skapa mistrúgv móti fjølmiðlum, myndugleikum og øðrum stovnum, sum kanna politiskt vald.
Rumenia: Tá talgild ávirkan setti valið í veð
Eitt ítøkiligt dømi er forsetavalið í Rumenia í 2024. Călin Georgescu fekk óvæntað stóran stuðul í fyrsta umfari, eftir at boðskapur hansara fekk stóra útbreiðslu á sosialum miðlum, serliga TikTok.
Rumeniskir myndugleikar løgdu upplýsingar fram um illgruna um samskipaða netávirkan og ófráboðaða fígging. Grundlógardómstólurin ógildaði valið 6. desember 2024 eftir meting av álvarsligum óreglum í valtilgongdini.
Vikið varð ikki frá valúrslitinum, bara tí eitt valevni fekk nógvan nettrafikk. Málið snúði seg um illgruna um óregluliga ávirkan og um, hvørt valtilgongdin hevði verið avlagað.
Dømið vísir, hvussu talgild netverk, algoritmur og fígging kunnu fáa stóran týdning fyri, hvussu veljarar verða raktir av politiskum boðskapi.
KVF og seinasta løgtingsval
Til seinasta løgtingsval var tað, eftir mínum tykki, tíverri týðiligt, hvussu KVF í summum førum speirak onkur valevni, meðan onnur fingu munandi meira talutíð.
Hetta reisir ein grundleggjandi spurning: Fáa valevnini javnar møguleikar at koma til orðanna, ella kann miðlaumrøðan geva summum ein fyrimun og seta onnur í verri støðu?
Hetta er ein kritisk meting, ikki í sjálvum sær prógv um, at KVF tilvitað royndi at ávirka valúrslitið. Men tá ein almennur miðil hevur so stóran týdning fyri politiska kjakið, hevur býtið av talutíð og mátin, valevni verða umrødd, stóran týdning.
Tá pengar verða til politiskt vald
Sambandið kann lýsast sum ein ringrás:
Pengar fíggja miðlar, lýsingar og talgild netverk.
Skipaður boðskapur verður spjaddur og endurtikin.
Endurtøkan ávirkar, hvørji evni og valevni fáa sjónligheit.
Politiskur stuðul og ávirkan kunnu vaksa.
Fíggjarliga og politiska netverkið kann brúkast til at varðveita valdið.
Hetta merkir ikki, at øll miðlaávirkan er manipulering, ella at allir politiskir netkampanjur eru falskar. Tað avgerandi er, hvør fíggjar, hvør stendur aftan fyri boðskapin, og um veljararnir fáa gjøgnumskygdar og álítandi upplýsingar.
Pengar kunnu gera meira enn at hjálpa einum persóni at vinna val.
Teir kunnu eisini fíggja miðlarnar og netverkini, sum ávirka, hvat veljararnir síggja, hvørjum teir trúgva, og hvør fær bestu møguleikarnar at fáa og varðveita politiskt vald.
Andrass Skaalum