Í Hoyvík verður flagið frá grevstrinum til nýggja røktarheimið á Stórubrekku lagt út aftur fyri at varðveita natúrligan gróður og lívmargfeldi.
Vanliga verða slík øki sáað við grasi, tá stórar byggiverkætlanir hava sett sjónlig spor í lendið. Hesa ferð varð flagið í staðin grivið omanav fyrst og síðani lagt út aftur á skráarnar við røktarheimið og fram við nýggja atkomuvegnum, sum varð tikin í nýtslu í fjørsummar.
Skal verja upprunavøkstur
Endamálið er at varðveita verandi jarðarlag og gróður í staðin fyri at sáa við útlendskum grasfræi. Tórshavnar kommuna væntar, at hetta kann stuðla undir natúrligan vøkstur, lívfrøðiligt margfeldi og vistfrøðiliga javnvág.
Endalig niðurstøða næsta summar
Býargartnarin og býarskipanarnevndin mæltu í fjør til royndarverkætlanina. Articon hevur loyst, flutt og lagt flagið út aftur.
Higartil sær royndin út til at eydnast væl, men endalig niðurstøða verður væntandi ikki gjørd fyrr enn næsta summar.