Ongi úrslit

Fleiri bilførarar mistu koyrikortið og aðrir fingu bót

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Aftur í gjár gjørdi løgreglan nógv burtur av at kanna ferðsluna. Tá ið løgreglan kannar ferðsluna, er vegastrekkið Millum Fjarða og úteftir Skálafjørðinum altíð eitt gott mið, tí har hava bilførarar lyndi til at koyra alt ov skjótt.

Og so varð eisini í gjár og úrslitið var, at fleiri bilførarar mistu koyrikortið, og aðrir fingu bót.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra beint undir 110, so tað gevur honum eitt klipp í koyrikortið. Ein annar bilførari koyrdi eisini yvir 100, men í hesum føri var talan um bilførara í stutt síðani hevði tikið koyrikortið, so hann misti tað aftur.

Ein annar bilførari, sum eisini hevði tikið koyrikortið fyri kortum, varð eisini tikin fyri at koyra 87 á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 60, so hann misti eisini koyrikortið.

Longur úti á Skálafjørðinum, á Skipanesi, har tað er loyvt, vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra yvir 80, so teir missa somuleiðis koyrikortið, tí har er bara loyvi at koyra 50.

Og har varð eisini ein bilførari tikin fyri ikki at sita í trygdarbelti og tað fær hann eisini bót fyri.

Somuleiðis fekk ein bilførari eisini 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið fyri at eitt barn undir 15 ár sitandi leyst í bilinum og harafturat vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

Í gjár kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30