Sunnvá Dahl Høgfeldt, tingkvinna, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um nýtslu av el-súkklum í føroysku ferðsluni.
Hon vil millum annað hava at vita, hvør hámarksferðin er, um aldursmark er fyri at nýta el-súkklu, og um ymiskar reglur eru galdandi fyri ymisk sløg av el-súkklum.
Í viðmerkingunum vísir tingkvinnan á, at el-súkklur eru vorðnar alsamt vanligari í Føroyum, og at bæði børn og ung nýta tær.
Hon vísir samstundis á, at fleiri foreldur og aðrir borgarar eru í iva um, hvørjar treytir og reglur eru galdandi.
Endamálið við fyrispurninginum er tí at fáa greiðu á, hvør kann nýta el-súkklu lógliga, og um serligar treytir ella aldursmørk eru galdandi.
Fyrispurningurin varð settur 24. september.