Nú í eina tíð hevur Tórshavnar býráð havt eina royndarskipan, har bingjur eru settar upp í ymsum grannaløgum til fólk at skilja burturkast í.
Býráðið sigur í dag, at hetta hevur roynst so væl, at seinni í ár verða skiljistøðir verða settar upp.
Tað vóru skiljistøðir til metal og glas vórðu settar upp í nøkrum grannaløgum runt um í býnum. Talan var um tvey sløg av skiljistøðum: Rullubingjur, sum hóska væl til økir við avmarkaðum plássi, og sum kunnu standa, har tær eru vardar móti vindi, og fastar bingjur úr plasti og rustfríum stáli, sum tola at standa á opnum øki.
Men framyvir verða bingjur eisini settar upp til onnur sløg av burturkasti.
Júst hvar hesar nýggju skiljistøðirnar verða, er ikki heilt greitt enn, men talan verður um 2-3 støðir afturat av hvørjum slag.
Sum nú er, fevnir verkætlanin um 700 - 800 húski, og við fleiri skiljistøðum afturat koma upp aftur fleiri húski við.
Summastaðni hava onkrar avbjóðingar verið við at sleppa framat at tøma spannirnar, og tí verða onkrar av verandi skiljistøðum fluttar, men verða tó standandi í sama grannalagi.
Ætlanin er, at nýggju skiljistøðirnar verða settar upp aftan á summarfrítíðina.
Verandi skiljistøðir eru í Tórsbyrgi, á Óðinshædd, við íbúðirnar á Fløtum, við túnini í Havn, við Finsen, við Karlamagnusarbreyt, undir Kongavarða og á Norðasta horni.
Bygdirnar í kommununi eru í fyrstu atløgu ikki tiknar við í hesi loysnini við skiljistøðum til glas og metal. Mett verður, at tær krevja aðrar skipanir enn tær, sum verða nýttar til høvuðsstaðarøkið, sigur býráðið.