Realurin hevur givið tilsøgn um nýggj lán fyri tilsamans 226 mió. í komandi roknskaparári. Tað eru 30 mió. kr. meira enn árið fyri, tá lánstilsagnirnar vóru 196 mió. kr.
Talan er um ein vøkstur upp á góð 15 prosent, skrivar Realurin í tíðarskeiðsfrásøgnini fyri fyrsta hálvár 2026.
Samlaða útlánið minkað
Hóast Realurin hevur givið tilsøgn um fleiri nýggj lán, er samlaða útlánið minkað.
Bruttoútlánini vóru 1,081 mia. tann 30. juni 2026. Á sama degi í 2025 vóru tey 1,148 mia. kr. Tað er ein minking upp á nærum 68 mió. kr.
Í fyrra hálvári 2026 vórðu 47,5 mió. kr. goldnar út í nýggjum lánum. Samstundis vórðu 74,0 mió. kr. goldnar aftur í avdráttum, og 32,0 mió. kr. vórðu innfríddar.
Úrslitið fór upp um 20 milliónir
Realurin hevði eitt úrslit eftir skatt upp á 20,96 mió. í fyrra hálvári 2026. Tað er eitt sindur meira enn 20,06 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Úrslitið áðrenn skatt var 25,56 mió. kr.
Eginpeningurin var 1,034 mia. kr. við hálvárslok, og eginpeningsparturin var 83,5 prosent.