Ongi úrslit

Flugu við lítlari dronu - støddin var avgerandi

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
5. august kl. 12:59

Á gjár varð ringt til løgregluna at melda, at útlendsk ferðafólk flugu við dronu beint við grønabólk á klaksvíkarleiðini.

Løgreglan sigur, at tey kannaðu málið, men hesa ferð høvdu ferðafólkini einki ólógligt gjørt.

Reglurnar fyri dronuflúgving eru bæði drúgvar og torskildar, men eitt, sum er avgerðandi, er støddin.

Og har er ein vekt upp á 250 gramm avgerandi. Løgreglan sigur, at viga dronurnr meiri, krevst serligt loyvi at flúgva við dronu og annað mangt.

Eru dronurnar lættari, eru treytirnar munandi lagaligari og tað er kanska orsøkin til, at nógvr dronur til vanligt húsbrúk nettupp viga 249 gramm.

Men kortini eru nakrar reglur galdandi, eitt nú skulu dronuflúgvarar altíð halda seg burtur frá flogvøllum, tyrlupallum, almennu vegum, o.s.fr.

Og Løgreglan sigur, at í hesum førum høvdu tey einki ólógligt gjørt og sostatt gera tey ikki meiri við tað.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39