Ongi úrslit

FM-heiðursmerkjahandanin 2026 á økinum við Skansabrekkuna

Róðrarsamband Føroya
5 tímar síðan

FM-heiðursmerkjahandanin á Ólavsøku verður á økinum við Skansabrekkuna aftaná FM-kappróðrarnir eru avgreiddir.

Heitt verður á allar manningar, ið verða nummar 1, 2 og 3 til FM at verða til staðar til heiðursmerkjahandanina, sum verður við Skansabrekkuna aftaná FM-kappróðurin eravgreiddur.

Miðja verður móti, at handanin byrjar kl. 18.30.

Røða løgmans og handan av Útvarpssteypi og Kolturssteypi

Løgmaður ber fram røðu og handar Útvarpssteypið og Kolturssteypið.

Steypahandanin endar við, at rógvarar og áskoðarar syngja fyrsta ørindi av tjóðsanginum og felagsmynd av øllum FM-vinnarunum verður tikin.

Við hesum verður heitt á kappróðrarfeløgini um vinarliga at boða øllum manningunum frá hesum.

Vit ynskja tykkum øllum ein góðan ólavsøkuróður.

Vinarliga

Róðrarsamband Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Borgarstjórin um ælabogan

8 tímar síðan