Summarið er farið afturum og sambært hagtølum frá Vága Floghavn, ferðaðust metnógv fólk um flogvøllin í summar. Á Strandferðsluni hava tey eisini staðfest ein vøkstur í talinum á ferðafólkum við ferjunum hjá Strandferðsluni.
Summarmánaðirnar juni, juli og august ferðaðust tilsamans 232.664 fólk við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað eru góð 24.246 fólk fleiri enn í fjør, tá ið 208.418 fólk sigldu við skipum hjá Strandferðsluni. Vøksturin er sostatt 11,6 prosent.
Í løtuni hevur Strandferðslan ikki neyv hagtøl fyri hvussu nógv av ferðafólkunum eru útlendsk ferðafólk, men støðugt vaksandi sølan av TravelCard, sum er ferðakort, sum eru galdandi í 4 og 7 dagar, gevur tó greiðar ábendingar um eitt økt tal á útlendskum ferðafólkum, sigur Strandferðslan í tíðindaskrivi.
Verður harumframt hugt eftir gjaldskort-nýtsluni hjá Strandferðsluni, hava fólk úr 87 ymiskum londum ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni í summar.
Eyðvitað eru tað flest føroyingar, sum sigla við Strandferðsluni, men næststørsti bólkurin eru danskarar. Men annars er tað eru serliga nógvir amerikanarar, Týskarar, Kinesarar, Italienarar og Fraklendingar.
Leggjast kann afturat, at bíleggingarskipanin fer at verða tillagað, soleiðis at neyvari hagtøl fáast yvir hvar fólk, sum sigla við oyggjaleiðunum hjá Strandferðsluni eru frá.
Nýggju hagtølini fyri ferðafólk og akfør á oyggjaleiðunum er í yvirlitinum niðanfyri.
Áhugavert er, at talið á ferðafólkum á Hestleiðini var 75 pronsent hægri í juni, juli og august í summar enn tað var í fjør - og talið á ferðafólkum á Kalsoyarleiðini somu mánaðir er 17.637 hægri enn í fjør.
