Mótstøðan móti íslendskum ES-limaskapi er nú størri enn undirtøkan. Tað vísir ein nýggj Gallup-kanning, sum er gjørd fyri íslendska miðilin Viðskiptablaðið.
Millum tey, sum hava tikið støðu, siga 54 prosent nei til ES-limaskap, meðan 46 prosent siga ja. Verða øll svar tikin við, eru 46 prosent ímóti, 39 prosent fyri og 16 prosent ivast framvegis.
Undirtøkan minkar
Kanningin vísir eina greiða broyting síðani í fjør. Tá stuðlaðu 44 prosent ES-limaskapi. Nú er talið fallið niður í 39 prosent. Samstundis er mótstøðan vaksin úr 36 upp í 46 prosent.
Serliga merkisvert er, at 29 prosent nú siga seg vera púra ímóti ES-limaskapi. Tað er hægsta talið, sum er skrásett í kanningini.
Djúp politisk og landafrøðilig býting
Sterkasta mótstøðan finst hjá veljarum hjá Miðflokkinum, har 86 prosent eru ímóti ES-limaskapi. Samstundis er størsta undirtøkan framvegis at finna hjá Viðreisn og Javnaðarflokkinum, hóast hon er viknað.
Kanningin vísir eisini eina greiða geografiska býting. Í Reykjavík eru fleiri fyri enn ímóti ES-limaskapi. Uttan fyri høvuðsstaðin er støðan hin øvugta, og mótstøðan er sterk bæði í grannakommunum og í bygdunum kring landið.
Úrslitið kemur beint undan fólkaatkvøðuni 29. august, tá íslendingar skulu taka støðu til, um samráðingar um ES-limaskap skulu takast upp aftur.