slendingar vilja ikki upp í ES. Tað er úrslitið, nú allar atkvøðurnar eru taldar eftir fólkaatkvøðuna í gjár, har íslendingar skuldu atkvøða um, antin tey skulu taka samráðingar upp við ES um limaskap.
Upp undir valið vístu veljarakanningarnar, at tað stóð mest sum á jøvnum, men hesar seinastu dagarnar hava tey, sum siga nei, fingið undirøku og endaliga úrslitið var, at 52,8 prosent av íslendingum søgdu nei til samráðingar og 47,2 prosent, søgdu ja, skrivar íslendska kringvarpið, RUV.
Men sostatt var greiðari meiriluti á fólkaatkvøðini, enn mett varð frammanundan. Tað er serliga í Reykjavík, at fólk vilja upp í ES, tí har var meiriluti fyri tí, men kring landið annars, er stór mótstøða ímóti ES.
Íslendskir myndugleikar hava leingi fjeppast upp í ES og í 2009 søkti íslendska stjórnin um limaskap, men so kom val ímillum og stjórin, sum tók við, tók íslendingar úr samráðingunum aftur.
Men nú er alt tos um íslendskan ES-limaskap jarðað í nógv ár fram í tíðina. Men íslendingar eru longu við í innara marknaðinum í ES, men teir vilja ikki geva vald frá sær til ES, serliga stúra teir fyri fiskivinnuni.