Ongi úrslit

Fólkaflokkurin í Havn vil hava partamannin í landsstýrinum at taka eitt uppskot aftur

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð mótmælir at Landsstýrið ætlar at gerða seg inn á sjálvræði og avtalurættin hjá Tórshavnar Havn

Birgir Nielsen, vinstrumegin og Høgni Vilhelmsen
Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen býráðslimur
1 tími síðan

Uppskot um Fíggjarlóg 2027 verður í hesum døgum borið niðan í Løgtingið, sum millum annað hevur sum endamál, at frítaka Strandferðsluni at rinda havnagjald og vørugjøld eitt nú til Tórshavmar Havn.

Hetta kann koma at kosta Tórshavnar Havn umleið 7 mió.kr. árliga.

Men málið er nógv meira álvarsamt og víðgongd enn bara eitt mál um sparingar hjá landskassanum og at velja at fara niður lumman hjá Tórshavnar Havn eftir pengum, sum man ikki megnar at finna innanhýsis í síni egnu fíggjarlóg.

Tórshavnar Havn hevur síðstu mongu árini gjørt munandi íløgur í havnir, sum hevur havt sum endamál at betra munandi um møguleikarnar hjá vinnuni í øllum Føroyum við bæði øktum útflutningi og øktum innflutningi. Harumframt hevur Tórshavnar Havn evið hesum útbyggingum eisini betra um umstøðurnar til skipini hjá Strandferðsluni, sum brúka koma og fara umleið 4-5.000 ferðir um árið í Tórshavnar Havn. So hetta er ikki smávegis tænastir, sum talan er um.

 Tí hevur tað altíð verið nattúrligt at Strandferðslan eisini rindar fyri tær tænastur, sum Tórshavnar Havn veitir teirra skipum.  Her fyriliggur eisini ein klár avtala millum Tórshavnar Havn og Strandferðsluna, sum ásetur hvørjar tænastur Tórshavnar Havn veitir, og hvat ið Strandferðslan rindar fyri tænasturnar.

 Vit vilja vísa á fleiri løgfrøðisligar kanningar, bæði fyrr og nú, sum klárt vísa á:

 - at hetta uppskotið stríðir móti Stýrisskipanarlógini og Grundlógini
- at uppskotið ger seg grunnleggjandi inn á kommunala sjálvræðið
- at uppskotið hóttir tilverugrundarlagið hjá Tórshavnar Havn

 Vit vilja tí staðiliga heita á Jacob Vesturgaard, Landsstýrismann, um at taka hetta uppskotið aftur.

Vegna Fólkaflokkin í  Tórshavnar Býráð:
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur
Birgir Nielsen, býráðslimur

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27