Ongi úrslit

Fólkatalið vaks nógv mest í Havn - og minkaði mest á Tvøroyri

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Sum vit skrivðu í áðni er fólkatalið í Føroyum, sum heild, vaksið 615 fólk, ella 1,1 prosent, hetta seinasta árið.

Men tað er stórur munur á, hvussu gongdin hevur verið í teimum ymsu kommununum kring landið.

Eyðvitað er fólkavøksturin nógv størstur í Tórshavnar kommunu, tí har vaks fólkatalið 391 fólk, ella 1,7 prosent. Sostatt búgva 23.708 fólk í Tórshavnar kommunu.

Tað er í nógv mestan mun í høvuðstaðarøkinum, á Argjum, í Hoyvík, og í sjálvari Havnini, at fólkatalið veksur.

Á Argjum løgdust 82 fólk afturat hetta seinasta árið, í Hoyvík løgdust 67 fólk afturat og í sjálvari Havnini vaks fólkatalið 236 fólk.

Hinvegin minkaði fólkatalið mest í Tvøroyrar kommunu, tí har minkaði fólkatalið 37 fólk, ella 2,1 prosent.

Annars heldur fólkavøksturin í Sandoynni fram. Á Sandi er fólkatalið vaksið 15 fólk hetta seinasta árið og tað svarar til ein vøkstur upp á 2,8 prosent. Sostatt búgva tað nú 547 fólk á Sandi.

Í Skopum løgdust 12 fólk afturat hetta seinasta árið og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,5 prosent. Nú búgva 483 fólk í Skopun.

Aðrar bygdir, sum eru eksploderaðar í fólkatalið hesi seinastu árini, eru bygdirnar í Eysturoynni rundan um tunnilsmunnarnar á Eysturoyartunlinum.

Í Sjóvar kommunu løgdust 53 fólk afturat hetta seinasta árið, so nú búgva 1.320 fólk á Strondum og hinum bygdunum í kommunum - men at kalla allur fólkavøksturin er á Strondum.

Í Nes kommunu vaks fólkatalið 44 fólk hetta seinasta árið og tað er ein vøkstur upp á 2,8 prosent. Sostatt búgva tað nú 1.638 fólk á Nesi á Saltnesi og á Toftum.

Og í Runavíkar kommunu vaks fólkatalið 54 fólk hetta seinasta árið, ella 1,2 prosent. Størsti vøksturin er í Saltangará, í Søldafjørði og á Skála

Nú búgva 4.463 fólk í Runavíkar kommunu.

Felags fyri allar hesar bygdirnar í Eysturoynni og í Sandoynni, er at gongdin er fullkomiliga vend síðani tær fingu undirsjóvartunlarnir, tí síðani tá hevur talan verið um stóran vøkstur.

Í talvuni niðan fyri sæst, hvussu gongdin í fólkatalinum hevur verið í teimum ymsu bygdunum kring landið hetta seinasta árið, frá í mai í fjør til í mai í ár

 

mai

munur

 

2025

2026

persónar

%

Tilsamans

54.733

55.348

615

1,1

Eiðis kommuna

768

770

2

0,3

- Eiði

690

694

4

0,6

- Ljósá

32

32

0

0,0

- Svínáir

46

44

-2

-4,3

Eysturkommuna

2.310

2.343

33

1,4

- Gøtugjógv

51

57

6

11,8

- Leirvík

1.062

1.073

11

1,0

- Norðragøta

648

664

16

2,5

- Skálafjørður, Eysturkommuna

5

5

0

0,0

- Syðrugøta

513

513

0

0,0

- Undir Gøtueiði

31

31

0

0,0

Fámjins kommuna

71

70

-1

-1,4

- Fámjin

71

70

-1

-1,4

Fuglafjarðar kommuna

1.641

1.638

-3

-0,2

- Fuglafjørður

1.631

1.628

-3

-0,2

- Hellurnar

10

10

0

0,0

Fugloyar kommuna

48

49

1

2,1

- Hattarvík

18

19

1

5,6

- Kirkja

30

30

0

0,0

Hovs kommuna

106

106

0

0,0

- Hov

106

106

0

0,0

Húsavíkar kommuna

112

109

-3

-2,7

- Dalur

38

37

-1

-2,6

- Húsavík

64

63

-1

-1,6

- Skarvanes

10

9

-1

-10,0

Hvalbiar kommuna

636

629

-7

-1,1

- Hvalba

566

562

-4

-0,7

- Sandvík

70

67

-3

-4,3

Hvannasunds kommuna

435

424

-11

-2,5

- Depil

5

5

0

0,0

- Hvannasund

268

272

4

1,5

- Múli

0

0

0

-

- Norðdepil

161

145

-16

-9,9

- Norðtoftir

1

2

1

100,0

Klaksvíkar kommuna

5.512

5.562

50

0,9

- Ánirnar

54

57

3

5,6

- Árnafjørður

64

66

2

3,1

- Húsar

42

41

-1

-2,4

- Klaksvík

5.123

5.173

50

1,0

- Mikladalur

26

26

0

0,0

- Norðoyri

150

147

-3

-2,0

- Svínoy

31

29

-2

-6,5

- Syðradalur, Kalsoy

7

9

2

28,6

- Trøllanes

15

14

-1

-6,7

Kunoyar kommuna

156

146

-10

-6,4

- Haraldssund

69

63

-6

-8,7

- Kunoy

87

83

-4

-4,6

Kvívíkar kommuna

613

601

-12

-2,0

- Kvívík

400

380

-20

-5,0

- Leynar

116

125

9

7,8

- Skælingur

13

13

0

0,0

- Stykkið

41

40

-1

-2,4

- Válur

43

43

0

0,0

Nes kommuna

1.594

1.638

44

2,8

- Nes, Eysturoy

367

377

10

2,7

- Saltnes

163

160

-3

-1,8

- Toftir

1.064

1.101

37

3,5

Porkeris kommuna

331

327

-4

-1,2

- Porkeri

331

327

-4

-1,2

Runavíkar kommuna

4.409

4.463

54

1,2

- Elduvík

12

12

0

0,0

- Funningsfjørður

59

59

0

0,0

- Funningur

44

41

-3

-6,8

- Glyvrar

478

476

-2

-0,4

- Lamba

152

155

3

2,0

- Lambareiði

12

13

1

8,3

- Oyndarfjørður

126

120

-6

-4,8

- Rituvík

350

345

-5

-1,4

- Runavík

573

559

-14

-2,4

- Saltangará

1.209

1.253

44

3,6

- Skála

787

803

16

2,0

- Skálafjørður, Runavíkar kommuna

136

130

-6

-4,4

- Skipanes

53

52

-1

-1,9

- Søldarfjørður

329

348

19

5,8

- Æðuvík

89

97

8

9,0

Sands kommuna

532

547

15

2,8

- Sandur

532

547

15

2,8

Sjóvar kommuna

1.267

1.320

53

4,2

- Innan Glyvur

78

80

2

2,6

- Kolbeinagjógv

28

28

0

0,0

- Morskranes

20

24

4

20,0

- Selatrað

41

37

-4

-9,8

- Strendur

1.100

1.151

51

4,6

Skálavíkar kommuna

169

169

0

0,0

- Skálavík

169

169

0

0,0

Skopunar kommuna

471

483

12

2,5

- Skopun

471

483

12

2,5

Skúvoyar kommuna

35

34

-1

-2,9

- Skúgvoy

30

29

-1

-3,3

- Stóra Dímun

5

5

0

0,0

Sumbiar kommuna

336

334

-2

-0,6

- Akrar

12

11

-1

-8,3

- Lopra

82

81

-1

-1,2

- Sumba

242

242

0

0,0

- Víkarbyrgi

0

0

0

-

Sunda kommuna

1.785

1.805

20

1,1

- Gjógv

18

21

3

16,7

- Haldórsvík

121

115

-6

-5,0

- Hósvík

320

325

5

1,6

- Hvalvík

251

251

0

0,0

- Langasandur

42

42

0

0,0

- Nesvík

0

0

0

-

- Norðskáli

314

309

-5

-1,6

- Oyrarbakki

152

163

11

7,2

- Oyri

178

193

15

8,4

- Saksun

12

13

1

8,3

- Streymnes

334

330

-4

-1,2

- Tjørnuvík

43

43

0

0,0

Sørvágs kommuna

1.250

1.259

9

0,7

- Bøur

66

71

5

7,6

- Gásadalur

16

15

-1

-6,3

- Mykines

12

13

1

8,3

- Sørvágur

1.156

1.160

4

0,3

Tórshavnar kommuna

23.317

23.708

391

1,7

- Argir

2.571

2.653

82

3,2

- Hestur

15

14

-1

-6,7

- Hoyvík

4.690

4.757

67

1,4

- Hvítanes

105

101

-4

-3,8

- Kaldbak

256

235

-21

-8,2

- Kaldbaksbotnur

7

7

0

0,0

- Kirkjubøur

73

78

5

6,8

- Kollafjørður

812

823

11

1,4

- Koltur

0

0

0

-

- Mjørkadalur

0

0

0

-

- Norðradalur

9

9

0

0,0

- Nólsoy

215

221

6

2,8

- Oyrareingir

38

39

1

2,6

- Signabøur

146

150

4

2,7

- Sund

1

1

0

0,0

- Syðradalur, Streymoy

8

8

0

0,0

- Tórshavn

14.112

14.348

236

1,7

- Velbastaður

259

264

5

1,9

Tvøroyrar kommuna

1.726

1.689

-37

-2,1

- Froðba

256

254

-2

-0,8

- Trongisvágur

526

516

-10

-1,9

- Tvøroyri

855

845

-10

-1,2

- Ørðavík

29

25

-4

-13,8

- Ørðavíkslíð

60

49

-11

-18,3

Vága kommuna

2.201

2.195

-6

-0,3

- Miðvágur

1.131

1.141

10

0,9

- Sandavágur

1.026

1.008

-18

-1,8

- Vatnsoyrar

44

46

2

4,5

Vágs kommuna

1.329

1.334

5

0,4

- Vágur

1.329

1.334

5

0,4

Vestmanna kommuna

1.248

1.264

16

1,3

- Vestmanna

1.248

1.264

16

1,3

Viðareiðis kommuna

325

332

7

2,2

- Viðareiði

325

332

7

2,2

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Sluppu væl frá ógvusligum ferðsluóhappi

4. juni kl. 09:15