Ongi úrslit

Fólkavøksturin er næstan tríggjar ferðir so stórur sum hann hevur verið

Myndin er frá Hagstovu Føroya
Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Fólkatalið í Føroyum veksur alsamt og nú ber enntá til at staðfesta, at rættilig ferð er komin á fólkavøksturin eftir at hann annars var avhæsaður.

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísur, at fólkavøksturin stendst serliga av, at fleiri fólk flyta til Føroya og færri flyta av landinum.

Men støðan er eisini tann at tað eru fleiri børn fødd, samstundis sum talið á teimum, sum doyggja, stendur í stað.

Sostatt búðu 55.348 fólk búðu í Føroyum tann 1. mai og tað eru 615 fólk, ella 1,1 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.

Men hetta seinasta árið hevur fólkavøkturin verið næstan tríggjar ferðir so stórur sum hann hevur verið, tí hann var rættiliga avhæsaður.

Fólkavøksturin hetta seinasta árið stendst av einum burðaravlopi upp á 186 fólk og eini nettotilflyting upp á 429 fólk.

Hetta seinasta árið var burðaravlopið 30 børn størri enn tað var frá í mai í 2024 til í mai í fjør. Tað er serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tilsamans eru 637 børn fødd hetta seinasta árið frá í mai í fjør til í mai í ár. Tað eru 35 fleiri børn fleiri enn frá 1. mai í 2024 til í mai í fjør.

Samstundis stendur talið á teimum, sum doyggja, at kalla í stað, tí tað liggur um 445 - 450 fólk um árið.

Annars er nettotilflytingin eisini nógv størri, tí væl fleiri fólk eru flutt til Føroyar enn tað fluttu av landinum. Sostatt var nettotilflytingin frá í mai í 2024 til í mai í ár, 56 fólk, men hetta seinasta árið hevur hon verið 429 fólk.

Tað merkir, at hetta seinasta árið eru 1695 fólk flutt til Føroya og 1.266 fólk eru flutt av landinum.

– Tilflytingin vaks og fráflytingin minkaði Staðfestir Hagstovan.

Tað vóru mest fólk í tjúgunum, sum fluttu til Føroyar, og tað vóru eitt sindur kvinnur sum fluttu enn tað vóru menn. Og støðan er eisini tann, at meir enn helvtin av teimum vóru føroyingar, sum eru fluttir heim aftur.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Sluppu væl frá ógvusligum ferðsluóhappi

4. juni kl. 09:15