Ongi úrslit

Fongslaður í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki - verður útflýggjaður

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Fríggjadagin fekk løgreglan í Føroyum eina áheitan frá løgregluna í Svøríki um at handtaka ein svenskara, sum var komin hendavegin.

Løgreglan í Føroym gjørdi eftir áheitanini og handtók mannin. Og í gjár skuldu maðurin so fyri Føroya Rætt fyri at fáa greiði á um treytirnar fyri at útflýggja hann til Svøríkis, eru loknar.

Fyri at hann skal kunna útflýggjast, skal takan vera um álvarslig lógarbrot Løgreglan sigur, at í hesum føri er maðurin skuldsettur fyri lógarbrot har hann stendur til minst sjey ára fongsulsrevsing. Løgreglan sigur, at talan er um álvarslig, likamlig brotsverk ímóti øðrum fólkum.

Og í Føroya Rætti var dómarin samdur í, at treytirnar fyri at útflýggja hann til Svøríkis, eru loknar.

Sostatt varð hann dømdur at sita í varðhaldinum í eina viku. Hesa vikuna bíða tey so eftir, at svenska løgreglan sendir eina formliga áheitan um at fáa hann útflýggjaðan.

Løgreglan sigur, at antin fer løgregla úr Føroyum til Svøríkis við honum, ella koma svensk løgreglufólk higar eftir honum.

Løgreglan sigur, at lógin um at útflýggja brotsmenn upp á hendan mátan, er frá 1960, ella har á leið, men hetta er fyrstu ferð, at hon er brúkt í Føroyum.

Løgreglan sigur, at tað eru nakrir fáir dagar síðani, at hann kom til Føroyar og hann gisti privat. Men hann var handtikin á alfaravegi fríggjadagin og tað gekk alt friðarliga fyri seg tí hann gjørdi ikki mótstøðu.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Í gjár kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Í gjár kl. 19:35

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41