Borgarar fáa nú høvi at hoyra nærri um nógv umrøddu ætlanina at byggja nýtt føroyskt fongsul við Áir. Týskvøldið 16. juni klokkan 19.30 skipa Danmarks Fængsler og Sunda kommuna fyri almennum kunnandi fundi í Leguhúsinum í Nesvík.
Fundurin kemur, eftir at arbeiðið við verkætlanini hevur tikið týðandi stig fram á leið. Sambært Sunda kommunu eru lendisviðurskiftini við jarðareigararnar komin upp á pláss, og umsókn um broyting av byggisamtyktini fyri økið er latin kommununi.
Borgarar kunnu seta spurningar
Á fundinum fara umboð fyri Danmarks Fængsler og Sunda kommunu at leggja fram verkætlanina og greiða frá, hvørjar avleiðingar eitt komandi fongsul kann fáa fyri nærumhvørvið og kommununa.
Sambært fyriskiparunum verður eisini høvi hjá teimum møttu at seta spurningar beinleiðis um verkætlanina. Fundurin er almennur, og øll áhugað eru vælkomin. Aftaná verður drekkamuður at fáa.
Endaliga staðsetingin er longu avgjørd
Staðsetingin við Áir varð endaliga samtykt í oktober 2024, tá landsstýrið mælti donsku stjórnini til at velja økið í Sunda kommunu. Danska stjórnin tók undir við tilmælinum, og sostatt varð endalig avgerð tikin um, at nýggja føroyska fongslið skal byggjast við Áir.
Nýggja fongslið skal eftir ætlan koma í staðin fyri varðhaldið í Mjørkadali og standa liðugt í 2029. Málið er, at nærum allir føroyskir fangar í framtíðini skulu kunna sita dóm í Føroyum í staðin fyri at verða sendir til Danmarkar.